Ein Spennandi og Mennandi Framtíð

2016-10-24 20:24

Eg havi havt tað fragd og heiður, at hava verið partur av Eysturkommunu, síðani hon var stovna 1. Januar 2009.

Avbjóðingarnar hava verið nógvar, men eg haldi vit í felag hava loysn tær flestu á ein skilagóðan hátt, og kunna vit øll vera errin av tí.

Eysturkommuna væl fyri fíggjarliga

Síðani kommunan bleiv stovna, hava vit goldið næstan 50 mió. kr niður av lánunum, so vit við ársbyrjan 2016 mest sum vóru skuldarfríð. Við ársbyrjan skyldaðu vit bert uml. 7 % av einari álíkning.

Hetta sama tíðarskeiði hava vit gjørt íløgur fyri 170 mió. kr.

Okkara mál skal altíð vera, at vit ongatíð gerast so skuldarbundin, at kommunan ikki kann veita tær tænastur borgarin hevur rætt til, og gera tær íløgur, sum eru neyðugar fyri at kunna tað.

Íløga í framtíðina

Í einari kommunu eru tað altíð nógvar íløgur, sum standa fyri framman. Summar meira átrokandi, enn aðrar. Men umráðandi er, at vit altíð hava tær grundleggjandi tænasturnar tøkar til allar okkara borgarar.

Tær eru sjálvandi fleiri grundstykkir í øllum bygdunum, møguleikar fyri íbúðarbygging, góða ansing til okkara børn, góðar skúlar og sjálvandi eina góða tænastu til okkara eldru borgarar.

Hesar íløgur eru grundarlagið fyri vøkstri í okkara kommunu, og skulu vit gerast enn betri til at loysa tær í framtíðini.

Eisini er umráðandi, at vit duga at hevja okkum upp um Knúk, og síggja kommununa sum eina heild, og gera tær íløgur har tær eru skilagóðar at gera.

Vit ganga einari Spennandi og Mennandi Framtíð á møti

Gott val – við vón um álit

Jóhan Christiansen, borgarstjóri