Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Ein spennandi kommunalan fólkaskúla!

2012-09-14 03:04

Høvuðsstaðurin skal bjóða næmingunum umstøður og tilfar, at næmingarnir trívast í einum spennandi og avbjóðandi fólkaskúla. Hetta verður við til, at barnafamiljur støðast, samstundis sum talan er um arbeiðsskapandi øki og nógvar skattakrónur til kommunala kassan.

Fólkaskúlin er øki, ið á ein hátt fellur uttanfyri býráðspolitikk, og tó er av alstórum týdningi fyri flestu borgararnar - eisini í Tórshavnar kommunu. Sum er, standa kommunurnar fyri bygningum og tilfari, meðan landið hevur lærarar og leiðslur undir sær - og soleiðis eigur tað framhaldandi at vera.

Sjálvsagt verður kapping millum kommunur, at fáa skúlunum amboð og tilfar, ið geva næmingunum møguleika at sleppa at arbeiða við teim tólum, ið hóska best til ymsu lærugreinirnar. Hetta er galdandi fyri allar lærugreinir, men fokus hevur nú verið á teldum, og ymiskt er, hvat skúlar bjóða næmingunum. Teldur, ella tað, vit nevna "KT-økið", eigur at verða samskipað betur, og skipast má, at kt-vørðir í skúlunum hittast at menna kt-økið saman við kt-deildini.

Tórshavnar kommuna eigur at samskipa kommunalu skúlarnar, soleiðis at útboðið er breitt, avbjóðandi og spennandi. Hol er sett á ein skúlareform, men vit eiga eisini at skipa skúladagarnar, at næmingar hittast, og at lærarar í kommununi fáa høvi at hittast og tjakast um skúlamøguleikar.

Landið eigur at skipa fyri at kappingin í minsta mun órógvar læraran. Vit mugu í Føroyum ansa eftir, at lærarin hevur ein ásettan standard, ið umfatar útbúgving og amboð. Síðan verður tað til læraran at nýta førleika sín á fullgóðan hátt út frá tí, skúlin bjóðar.

Skulu vit á bestan hátt styrkja og menna føroyska fólkaskúlan, mugu vit harafturat menna og manna Mentamálaráðið. Ein ábyrgd, kommunalpolitikkarar hava, er at vísa landspolitikkarum á øki, neyðug eru at arbeiða við - Mentamálaráðið og fólkaskúlin er eitt. Tað, sum skal til nú, er, at landið gevur sær betri far um sína ábyrgd at førleikamenna lærarnar og at fáa í lag, at lærarar hava og duga at nýta nútímans arbeiðstól.

Tí eiga kommunalu politikkararnir at seta út í kortið týdningin av einum sterkum og avbjóðandi skúla, ið síðan verður nýtt sum grundgeving og samstarvi við lærarafelag og mentamálaráð. Í einum dialogi millum land og kommunu kunnu vit fokusera á styrki og møguleikar, heldur enn at tvassa í kegli um "grá-sonu" og trupulleikar.

Skulu vit koma á mál, er ein fortreyt, ið liggur hjá løgtinginum og landsstýrinum: Mentamálaráðið skal mannast við í hvussu er trimum fólkum afturat á fólkaskúladeildini! Upp í saman verður prátað um at fáa fólk at støðast og starvast - her er ein møguleiki: Lýs eftir trimum fólkum, ið ynskja at samstarva og seta út í kortið tiltøk saman við fólkaskúladeildini, ið betra arbeiðsviðurskiftini innan skúlans gátt - tá styrkja vit føroyska fólkaskúlan!

Lat kommununa framhaldandi skipa hølisviðurskifti og tilfar - men legg ikki læraran út til kommununa!

Jákup av Skarði