Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ein rættvísari barnapeningaskipan - Tað eigur at bera til

"Grenj", er nakað, sum eg hugsi nógvir menn seta í samband við kvinnur. Og tí haldi eg, at menn halda tað vera eyðmýkjandi at "grenja", og yvirhøvur at tala at, um teir meta seg vera fyri vanbýti, SERLIGA tá tað snýr seg um peningalig viðurskifti. Tí tað hevur altíð verið væntað av manninum, at hann skal kunna forsyrgja, og tá hann so er fíggjarliga sperdur, er tað sjálvsagt torført hjá honum at gera sína skyldu sum forsyrgjari - og tískil følir hann seg helst ómaskulinan og nýttuleysan. Helst er tað av hesari orsøk, at menn ikki rópa nóg hart, tá ið samfelagið viðfer teir órættvíst fíggjarliga. So nú fari eg at "rópa" fyri teir, tí javnstøða má ganga báðar vegir!

Sum nú er, er tann fíggjarliga umfordeilingin sera ójøvn, tá ið foreldur skiljast ella liva hvør sær. Hagtøl vísa, at børn sum oftast hava skrásettan bústað hjá mammuni. Hetta hevur nógvar peningaligar fyrimunir við sær, og kann harvið gerast sera peningaliga órættvíst fyri pápan, UM hann hevur børnini so nógv sum hann nú einaferð kann ella sleppur. Tað foreldrið, sum hevur børnini skrásett á sínari addressu, fær allar peningaligu ágóðarnar: barnapening, barnafrádrátt, eyka stuðul (um ein er lesandi), og um ein er einligur - sum bæði aloftast eru aftaná ein skilnað - fær ein stuðul frá Almannaverkinum og frá kommununi, og alt hetta er fleiri túsund krónur mánaðarliga, hóast BÆÐI foreldur eru einlig! Hetta er IKKI RÆTTVÍST, og hetta eiga vit at broyta í Føroyum.

Børn og ung kosta sera nógv í dag, og í einum vælferðarsamfelagið eigur landið at hjálpa og tryggja børnum okkara eina bjarta framtíð, sum eg eisini haldi, at landið frammanundan ger. Men peningurin má fylgja okkara børnum og ikki tí treiskasta partinum. Ein fíggjarkonta til barnið har, barnafrádráttur og aðrar fíggjaligar veitingar fóru inn á, sum foreldrini so kundu nýtt av, tá ið barninum tørvar klæðir, ítriv, leikur o.s.fr. hevði kanska verið ein loysn.

Her er mítt uppskot.

Vit kunnu byrja við at seta spurningin, hvørjar útreiðslur fara til barnið. Her hevði tað verið ideelt, um t.d. búskaparfrøðingar høvdu roknað út, hvat børn í miðal kosta. Kanska enntá varierað eftir aldri.

Men lat meg royna at meta um hetta, so tað verður lættari at fáa eitt yvirlit:
Útreiðsla 1: Matur - bæði dagligi og meira hugnaligi maturin, so sum kaka og vikuskiftisslikk - er ein stór útreiðsla.
Útreiðsla 2: Her eru nógvar aðrar størri og minni, m.a. klæðir, stovnsgjald, ítriv og leikur v.m.

Nýskild foreldur skuldu fingið stovnað eina fíggjarkontu til barnið, har barnapeningur, barnafrádráttur (sum í so fall skuldi verið broytt til eitt útgjald heldur enn frádráttur), eyka stuðul (um foreldur eru lesandi) og møgulig ískoytir frá tí almenna fór inná. Sum nú er, fer allur peningurin inn á kontuna hjá tí foreldrinum, har barnið hevur skrásettan bústað.

Tann ásetti barnapeningurin skuldi framyvir verið eitt gjald, sum bleiv álagt báðum foreldrum at gjalda inn á nevndu fíggjarkontu. Um vit taka útgangsstøði í okkara núverandi barnapeningagjaldi (1083 kr.), høvdu bæði foreldur sostatt skulað goldið 1.083 kr. í part inn á barnafíggjarkontuna. So um mamman hevur børnini 90% av tíðini, eigur hon sostatt eisini 90% av peninginum á barnafíggjarkontuni og pápin tey resterandi 10%. Um mamman og pápin hava barnið helvt um helvt, ja, so eiga tey eisini helvtina av hesum peningi í part til barnaútreiðslurnar.

Sum nú er, er barnapeningagjaldið óheft av samverutíðini við barnið, og hetta skapar ein stóran ójavnað bæði millum ymiskar pápar - typiskt er tað pápin sum betalir barnapening - og millum foreldrini bæði. Um ein pápi t.d. hevur børnini 40% av tíðini, sum er 12 dagar mánaðarliga, so hevur hesin 3 ferðir so nógvar barnaútreiðslur í mun til ein pápa, sum bert hevur børnini 4 dagar mánaðarliga!

Omanfyrinevnda dømi við fíggjarkontu til barnið ella børnini, sum tekur hædd fyri samverudøgum - og gjarna barnaaldri - hevði gjørt fíggjarligu støðuna/skylduna hjá foreldrum, sum ikki eru saman, nógv rættvísari. Tí sum nú er, haldi eg tað vera órættvíst, at búsetingarskráseting skal hava so nógvar fíggjarligar ágóðar við sær fyri bert tann eina, uttan at atlit verður tikið til hin, sum hevur tey eitt sindur minni, men enntá í summum førum líka nógv. Tað snýr seg um børnini, so fyri at foreldrini ikki skulu enda úti í óendaligari ósemju, sum sera ofta hava fíggjarligar røtur, so haldi eg veruliga, at hetta kundi verið ein nógv betri loysn enn galdandi skipan.

Hevði tað ikki verið feitt, um vit í Føroyum høvdu kunnað verið undangonguland á hesum øki, at vit vístu á eina meira rættvísa skipan, sum hevði skapað harmoni millum foreldur, sum ikki eru saman?

Tað hevði í øllum førum glett barnið. Pakka konventionellu pessimistisku hugsanina burtur og lat okkum vera ein fyrimynd! Her liggur ikki ein partapolitiskur andi og spøkir ella ein fordømandi hugsan um ávís foreldur. Bert eitt inniligt ynski um eina rættvísari skipan sum rúmar ØLLUM foreldrum.

Kristina Jarnfoss