Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ein politisk gøla

Enn einaferð eru Sandoyingar offur fyri svikaligum ferðasambandi um Skopunarfjørð. Fólk sum skuldu suður í oynna kl 21 í gjárkvøldi, sleppa ikki suður fyrr enn á middegi í dag.

At skipið ið røkir farleiðina fær tekniskt brek fær ongin vart seg fyri, hvørki SSL, politikarar ella aðrir.

Men at politikarar ikki lurta, og taka avgerðir ímóti øllum sunnum fornufti, tað kann man verja seg ímóti.

Loysnin uppá afturvendandi trupulleikan um Skopunarfjørð er eitt avloysaraskip. Politiskt hevur man havt møguleikan at loyst hesa uppgávuna leingi, men man hevur framvegis ikki megnað tað.

Um hendan samgongan helt fast við at byggja Nólsoyarferjuna fyri tveimum árum síðani, hevði Ternan verið fast avloysaraskip í dag. Tað varð onki minni enn ein politisk gøluavgerð ið tá varð tikin av teimum sum komu framat valdinum.

Í seinastu viku fyrilá ein liðug loysn uppá útvegan av einum avloysaraskipi í landsstýrinum. Men sum nú frættist, so hoknaði samgongan undan liberalistiku samstarvfeløgunum, og loysnin varð feiðað av borðinum.

Vælsignaðu tit ið eru í samgonguni í dag, leitið tykkum stuðul í Tinginum at fáa útvegað eitt fast avloysaraskip.

Vit ið hava tørv á at ferðast um Skopunarfjørð síggja tørvin. Frá fyrst í mei til hálvan septembur er brúk fyri tveimum ferjum sum sigla fast um Skopunarfjørð.

Tað má lata seg gera. Tit mugu lurta og ikki bara síggja burtur frá trupulleikum okkara.

Vit hava 5-6 ár eftir inntil koyrandi er undir fjørðin.

Komi nú, taki tykkum saman, hetta er ein gøla sum er.

Og til tykkum sum missa inntøku av hesum ávum, krevji tykkara rætt. Tit hava rætt at fáa tykkara mistu inntøku aftur, tá talan er um tekniskt brek. Setið tykkum í samband við SSL um hetta.

Brandur Sandoy,
Borgarstjóri á Sandi