Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Ein milliard fyri og onnur eftir

2019-08-17 07:59
Fíggjar- og búskaparpolitikkur -

Útreiðslurnar hjá landskassanum í 2019 (saman við Samhaldsfasta) eru mettar at verða áleið 1 milliard hægri, enn tær vóru í 2015. Sostatt hevur farna samgonga megna at økt árligu útreiðslurnar við áleið 1.000.000.000 kr. av skattaborgarans hart vunnu pengum.

Tað er at fegnast um, at Framsókn nú meldar út, at tey vilja hugsa um fíggjarliga haldførið í almenna geiranum, tó at tað hevði verið enn betri, um tey eisini høvdu havt víst tað í verki farnu 4 árini.

Um vit so hyggja eftir, hvat flokkarnir, sum longu hava hækkað okkara árligu útreiðslur við 1 mia. kr., ætla sær komandi árini, so er tað nógv, sum týðir uppá, at útreiðslugildið skal halda fram. Eg taki eitt dømi úr rúgvuni:

Samlaða lønarinntøkan í Føroyum í 2018 var áleið 9 milliardir krónir. Um øll nú skulu arbeiða 7,5% minni fyri somu løn, so merkir hetta ein arbeiðsmiss á áleið 675 mió. kr. Nakrir arbeiðsbólkar, eitt nú sjómenn, fáa nokk ikki gleði av hesum lyftinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, so lat okkum bara lækka talið til eina hálva milliard. Einar 200 av hesum milliónunum vildu nokk blivu ein almenn ella kommunal útreiðsla, meðan hinar 300 milliónir hevði vinnulívið muga goldið fyri.

Hetta uppskotið hevur eisini nógvar aðrar avleiðingar fyri vinnuna, tí at helst høvdu vit havt stórar avbjóðingar við at framleitt okkara fiska- og laksavørur, tá arbeiðsloysið í løtuni er niðanfyri 1%. Nokk heldur ikki ein loysn at innflyta 2.000 fleiri útlendingar (7,5% av okkara arbeiðsfjøld á 27.000), tí at vit longu nú hava stórar avbjóðingar at húsa okkara núverandi borgarar.

Sambandsflokkurin hevur altíð staðið fyri sparsemi, varsemi og fíggjarligum skynsemi. Tí er tað alneyðugt, at Sambandsflokkurin nú aftur sleppur at stýra. Vit vita, at einaferð koma vanligar ella ringar tíðir aftur, og um verandi útreiðslugildið sleppur at halda fram í 4 ár afturat, so verður uppruddingin um 4 ár alt ov møtimikil.

Størri rakstur til tað vinnuliga og privata eru dynamiskir pengar, og kasta væl av sær, bæði til annað arbeiði og aðrar vinnuligar møguleikar. Men tann almenni umsetningurin eru bara pengar út.

Jaspur Langgaard

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN