Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

-Ein loysn finnast á flutninginum um skopunarfjørð!-

2019-08-13 13:27

Vit hava góða ferju at føra fólk og bilar yvir um fjørðin og manningin ger sítt ítasta til at hetta skal glíða so væl sum gjørligt‚ men kapasitetin fáa teir einki gjørt við.

Trupulleikin er heilt einfalt tann‚ at tað eru ov fáir túrar um fjørðin og hetta loysist bara, við at Teistin siglir allan dagin ella við at seta eina ferju aftrat inn á Sandoyarleiðina.

Tá Vágatunnilin var gjørdur sigldu tvær ferjur allan dagin‚ sama tá ið Norðoyartunnilin var gjørdur.

Og nú, tá ið sandoyggin er komin har til, at tunnilin verður gjørdur, heldur samgongan at ferðslan um fjørðin kann ganga sum vanligt. Tað er "galematias"!

Longu nú síggja vit stórar maskinur, betong bilar og lastbilar í stórum tali, koma um fjørðin.

Arbeiðið uppá dalstunnilin er eisini byrja og um ikki so langa tíð byrjar arbeiðið uppá virkið, sum Bakkafrost skal gera í Skálavík.

Alt hetta, eru vit í Sandoyar sýslu sera glað fyri, ein menning, sum vit ikki kunnu verða fyri uttan.

Tó mugu vit, sum búgva og búleikast her, hava møguleika at ferðast um fjørðin.

Vinnulívið hevur tørv á, at farleiðin er brúkbar. Um flakavirkið í Skopun ikki fær fisk suður‚ so steðgar arbeiðið upp. Eg kundi eisini eg nevnt eitt hvørt annað arbeiðspláss á oynni.

Farleiðin um Skopunarfjørð er okkara lívæðr og ein lívæðr skal haldast opin.

Hetta skal eg arbeiða fyri, verði eg valdur.

Sámal Hanni Lognberg

Valevni fyri Sambandsflokkin