Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ein lítil viðmerkjing til greinina hjá Edmund Joensen:

2015-01-11 17:21

Eg spyrji meg sjálvan, hví skulu okur yvirtaka útlendingamál?

Tann fyrsta grundgevingin, ið eg hoyrdi var tað tekur langa tíð at fáa umsóknina viðgjørda og at fáa svar!

Síðani spyrji eg meg sjálvan, skal Udlændingestyrelsen ikki nýta neyðugu tíðina til ein gjølla viðger av umsókninum og hví er tað ofta long viðgerartíð?

Eg kann siga eitt líti sindur um mína erfaring við Udlændingestyrelsen.  Eg havi útlendska konu, tá okur skuldi hava familjusamanføring til Føroyar setti eg meg í samband við Udlændingestyrelsen fyri at fáa vegleiðing hvussu og hvat skuldi gerast tvs. Skjøl, ið skuldi fáast til vegar.

Málsviðgerin hjá okkum um at fáa familjusamanføring og upphaldsloyvið í eitt ár, tók 14 dagar og hetta er at rokna frá skjølini vóru send til Danmarkar og okur fingið svar.  Tað skal sigast, at einkin av umsókninum var latin politinum í Føroyum. Fyrst umsóknin var latin danska General Konsulatinum í landinum, har kona mín er frá, haraftuat sendi eg supplerandi skjøl til Udlændingestyrelsen úr Føroyum.  Hinar umsókninar vóru allar sendar, sum innskriva bræv til Udlændingestyrelsen. Einaferð tók málsviðgerin eini 6 mánaðir og orsøkin til var, at umsóknin ikki var latin rætta viðkomandi í Udlændingestyrelsen, men hetta var rætta við at senda ein teldupost.  

Mín erfaring av samskiftinum við Udlændingeservice er, at orsøkin til lang viðgerartíð er manglandi skjøl, ið ikki eru latin Udlændingeservice at byrja við og at tíðin tað tekur at fáa vátta upplýsningarnar frá heimlandinum varierar.

Haraftur ímóti tóku tað sína tíð at fáa P-tal í Føroyum. Hóast føroysku mynduleikarnir høvdu váttaði avrit av uppihaldloyvinum frá Føroya Rætti. Bíðitíðin eftir P-talinum var uml. 6 mánaðir.

Til grundgevingina, at viðgerartíðin verður styttir um okur yvirtaka málsøkið, trúgvi eg ikki uppá. Tí somu kanningar av skjølinum skulu gerast, tvs. at fáa vátta at upplýsningarnir eru rættir vm. Hesar  kanningarnar innibæra, at skjølini og upplýsningar váttast frá heimlandinum hjá umsøkjarinum vm.  Hetta er umsitingarliga krevjandi,  hava okur umsitingarliga og fíggjarlig orku til hetta??  Um eg skal nýta mína erfaring av tíðini tað tók at fáa P-tal. So er einki, ið talar fyri, at viðgerartíðin verður styttri og betri við eini yvirtøku.

Til spurningin um Udlændingestyrelsen ikki skal nýta neyðugu tíðina at viðgera umsóknina, er mín meting, at tað skulu teir. Tí tað er umráðandi at vita hvat fyri fólk, ið koma til landi, harvið er ikki sagt, at danskir mynduleikar ikki gera mistøk. Ein tann kendasta sakin er, tá danskir mynduleikar góvu einum krígsbrótsmanni úr Rwanda politiskt asyl og uppihaldsloyvið( uml. Ár 2000). Henda sakin gjørdi at danskir mynduleikar broytti síðar mannagongdir og gjørdi gjøllar kanningar av umsókninum um upphaldsloyvi vm. Harafturat er eisini umráðandi at kanna til hvønn og hvat útlendingurin kemur, tvs. at fyribyrgja, at útlendingurin til t.d. kemur at liva í harskapi. Tí er ein gjøll viðger av umsóknini einasta nøkulunda trygdin fyri, at útlendingurin ikki kemur at liva undir ómenniskjaligu umstøðum.

Stutt sagt! So meti eg, at tað er best ikki at yvirtaka málsøkið!!

 

Andreas Thomsen