Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
M.A. lesandi í vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins. Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini, tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.10 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi og royndir haðani.

Ein føroyskur førleikakarmur (NQF)

Ein førleikakarmur (Qualification Framework) er ein skipan til at lýsa førleikar, og hevur til endamáls at samanbera førleikar og at betra flytføri millum lond í mun til útbúgvingarskipanir og útbúgvingarstig. Skipanin er eisini grundarlag undir eini vaksnamannaútbúgving og lívlangari læru og skal tryggja gjøgnumskygni og dygd. Ein felags evropeisk skipan (European Qualification Framework, EQF) varð sett í verk í 2008, og mong lond kring heimin hava egnan førleikakarm (National Qualification Framework, NQF) at lýsa og góðskutryggja sína útbúgvingarskipan og seta hana i altjóða samanhang.

Sum dømi, so gevur “Den danske kvalifikationsramme for livslang læring” eitt samlað yvirlit yvir allar alment góðkendar útbúgvingar í landinum, eina lýsing av hesum og fremur tí møguleikan at viðurkenna útbúgvingar og førleikar yvir um landamørk. Hetta er til gagns fyri útbúgvingarskipanirnar í ymisku luttakandi londunum og fyri vinnulív og arbeiðsmarknað, at lesandi og arbeiðsmegi við eini gjøgnumskygdari førleikaskipan fáa betri flytføri.

Ein formligur og samtyktur føroyskur førleikakarmur, sum gerst partur av hesum millumtjóða netverki um útbúgvingarskipanir fer at økja um tilvitið um egna útbúgvingarskipan, bøta um samstarvsmøguleikar, geva fleiri stýringsamboð og gera Føroyar meira sjálvstøðugar og sjálvberandi í mun til okkara útbúgvingarskipan og harvið okkara útbúgvingarpolitikk.

Á tingfundinum í dag, 19.september, setti eg landsstýriskvinnuni í undivísingarmálum nakrar spurningar um, hvussu útlitini eru fyri at vit fáa ein formligan føroyskan førleikakarm - ein NQF.

Spurningarnir vóru hesir:

1)     Verður arbeitt við einum føroyskum førleikakarmi? Um ja, hvussu langt áleiðis er arbeiðið komið?

2)     Hvussu eigur ein føroyskur førleikakarmur at vera skipaður viðvíkjandi tilvísing og stigum?

3)     Hvat krevst fyri at koma á mál við einum førleikakarmi - av tíð, førleikum og fígging?

Landsstýriskvinnan, tók væl ímóti spurninginum og segði, at arbeitt hevur ikki verið við slíkum førleikakarmi, men at stundin er komin at hyggja nærri at hesum. Og tað fegnist eg um, tí tá vit hugsa nærri um hetta, so finst nógv tilfar, sum kann samskipast og nýtast til partar av einum formligum føroyskum førleikakarmi. Tað fer at vísa seg, at tá vit gera hetta grundarbeiðið, so fer tað at fáa stimbrandi ávirkan á, hvussu vit seta ein føroyskan útbúgvingapolitikk saman.