Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ein eitt rán frá kommununum!

2019-08-29 11:46

Saman við nógvum øðrum unni eg væl pensjónistum meiri pengar at liva fyri - lat ongan iva verða um tað!

Men tá lovað verður pensjónistum, at Samhaldsfastið skal gerast skattafríur, eins og formaðurin í Fólkaflokkinum ger í grein á VP.fo ónsdagin 28. august, so er hetta samstundis ein beinleiðis rokning til føroysku kommunurnar á umleið 100 mió. kr.

Fyri kommunurnar merkir hetta, at tær antin mugu krevja umleið 100 mió. kr. inn í nýggjum skatti frá egnum borgarum, ella mugu kommunurnar skerja tænastur til borgaran og/ella lata verða við at gera íløgur.

Verður kommunuskattaprosentið hækkað, so rakar hetta lutfalsliga meinast tær lægri inntøkurnar, tí kommunuskatturin er flatur (tvs. allir borgarar í somu kommunu rinda sama kommunuskattaprosent), og sostatt teir veikastu borgararnir í landinum.

Rokningarnar, sum verða sendar kommununum, um Samhaldsfastið gerst skattafríur, eru rættiliga stórar. Útfrá 2019 tølum, so er talan um 101 mió. kr., sum verða býttar í mun til talið av pensjónistum í kommununum:

Kommunurnar tilsamans 101.000.000 kr.
Fugloyar kommuna 101.982 kr.
Viðareiðis kommuna 611.889 kr.
Hvannasunds kommuna 828.600 kr.
Klaksvíkar kommuna 10.606.084 kr.
Kunoyar kommuna 242.206 kr.
Fuglafjarðar kommuna 3.429.130 kr.
Eysturkommuna 3.709.580 kr.
Nes kommuna 2.281.838 kr.
Runavíkar kommuna 7.776.095 kr.
Sjóvar kommuna 2.052.379 kr.
Eiðis kommuna 1.351.256 kr.
Sunda kommuna 3.161.429 kr.
Tórshavnar kommuna 38.549.034 kr.
Kvívíkar kommuna 1.338.508 kr.
Vestmanna kommuna 3.161.429 kr.
Vága kommuna 3.926.291 kr.
Sørvágs kommuna 2.524.044 kr.
Skopunar kommuna 1.045.311 kr.
Sands kommuna 1.465.985 kr.
Skálavíkar kommuna 497.160 kr.
Húsavíkar kommuna 446.169 kr.
Skúgvoyar kommuna 127.477 kr.
Hvalbiar kommuna 1.682.696 kr.
Tvøroyrar kommuna 4.104.758 kr.
Fámjins kommuna 369.683 kr.
Hovs kommuna 280.449 kr.
Porkeris kommuna 815.853 kr.
Vágs kommuna 3.441.878 kr.
Sumbiar kommuna 1.070.807 kr.

Sum yvirlitið vísir, so verða kommunurnar í Sandoynni og í Suðuroynni hart raktar, tí tær hava lutfalsliga flestar pensjónistar. Hetta eru frammanundan tey veikastu økini í landinum. Fyri fleiri kommunur í Sandoynni og Suðuroynni er talan um eina rokning uppá umleið 10% av persónsskattinntøkunum hjá kommununum.

So tá Fólkaflokkurin lovar skattalættar til pensjónistar, so er tað eisini ein beinleiðis rokning til allar borgarar í kommununum kring landið, ikki minst til okkum í Suðuroynni, sum eiga umleið 12 mió. kr. av rokningini!

Dennis Holm