Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ein depil fyri øll

2014-02-16 19:02

Tað, sum eisini eyðkennir menniskjur, er, at vit vilja mennast og stremba eftur at fáa ein størri vitan.

Ein depil, sum stendur mitt í tí gamla miðbýnum, hvørs endamál er at savna børn, vaksin og geva teimum upplivingar, íblástur og hug til at koma aftur at vitja depilin við jøvnum millumbili.

Ætlanin er, at vit skulu hugsa um ein depil, ið gevur rúmd fyri fjølbroyttum virksemi og torir at ganga nýggjar leidir. Ein depil, sum far øll fólk, at føla seg vælkomin og viðurkend fyri tann, persón tey eru og gevur hvørjum einstøkum eina kenslu av at hava eitt ognarskap, virðing og kærleika til og fyri deplinum.

Eg hugsi her um tveir málbólkar, sum á hvønn sínn hátt, hava tørv fyri hjálp, at føla seg sædd og hoyrd.

Tey sálarsjúku og tey fólkini, sum tørva ráðgeving, tá tey berjast við eina so tunglynta tilveru, at tey síggja sjálvmorð sum einastu loysn.

Vónandi hava okkara valdu býráðslimir havt tað í huga, taka tað til eftirtektar og syrgja fyri at tey sálarsjúku, esini fáa tillutað eitt høli í okkara nýggja mentunar- og frítíðardepli. Sum støðan er nú, eru tvær milliónir settar av á fíggjarlógini til at byggja og reka eitt komandi fountainhús. Tad vildi verði uppá sítt pláss, at hesin málbólkurin eisini kundi fingið tillutað eitt høli her við øðrum virksemi, sum sostatt kann virka í einum skipaðum samstarvi við eitt komandi fountainhús. Møguleikar fyri virksemi ið stimbra og eggja hesu góðu fólkini til at vísa okkum øðrum, hvat tey kunnu skapa frá hondum við:

- Listaframsýningum.

- Tónleikaframførslum/sangleikum og sjónleiki.

- Møguleika, at greiða frá teirra tilveru og hvussu tað kennist at vera sálarsúkur.

- Cafe kvøld, har vit onnur eisini kunnu bara koma inn á gátt til hugna og prát.

- Tema dagar/vikur og workshop um ymisk evnir, har tey sálarsjúku sleppa at leggja rammur um tað arbeiði, sum skal gerast og vísa tað í verki fyri okkum øðrum.

Tað er stórur tørvur á, at hesin málbólkurin verður raðfestur høgt bæði lokalt og á landsplan. Eitt hús er lovað og peningurin er játtaður. Tað er gleðiligt og eitt stórt fet á røttu leið og nú vilja vit eisini hava, at okkara býráðslimir ynskja at raðfesta hendan málbólk og geva teimum eitt høli.

Tað er ikki settur peningur av á fíggjarlógini til eina lívslinju, men vónandi verður peningur settur av á komandi fíggjarlóg.

Tórshavnar Kommuna kann velja at ganga frammanfyri, vísa vegin og í fyrsta umfari seta eitt høli til síðis, til eina komandi lívslinju í okkara komandi depli. Sum alt annað virksemi skal ein lívslinja rekast, fíggjast og bara við at vísa vilja, til at leggja høli til hetta virksemi, so eru langt ávegis komi og so bíða vit bara eftir, at landið vil seta pening av á fíggjarlógini til fíggjarligan rakstur og Tórshavnar Kommuna hevur hølið klárt.

Ein býur og eitt land, har øll fólk, kunnu liva sítt lív og har tað avspeglar seg aftur í teimum tilboðum og tí virksemi, sum er til taks.
Karl Jóhan Staksberg