Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ein brennistøð fyri at landið – onki annað gevur meining

2020-01-17 17:46

Eg haldi ikki teir politikarar í TK, sum siga seg vera ímóti at leggja brennistøðirnar saman, hava sett seg inn í málið.

Latið okkum nú gera tað rætta fyri okkara eftirkomarar, fyri umhvørvi og fyri fíggjarliga skynsemi. Vit ynskja øll einar reinar og grønar Føroyar, lat ikki hetta tjak enda í smáligum bygd-móti-bý-tjakið.

Tað er ikki politikkur í burturkasti, endurnýtslu og ruskinnsavning. Tað skal bara virka. Og tað fer at virka nógv betri við einari felags skipan fyri alt landið.

Vit hava havt nógvar fundir, framløgur og tjak um hetta mál í skjótt eitt ár og eg eri nú púra sannførd, um at tað er rætt at Kommunala Brennistøðin og IRF eiga at leggja saman. TIlmælið frá embætisfólkum okkara er púra greitt og bæði leiðsla og nevnd í IRF taka undir við samanlegging.

Tað eru eyðsýndir rakstrarfyrimunir av at leggja saman, og vit kunnu bjóða borgarum betri møguleikar fyri at skilja og endurnýta burturkast. – Fólk ynskja at liva meir burðardygt, at skilja og endurnýta meira, eiga vit ikki at møta hesum ynski?

Tað eru eyðsýndir búskaparligir fyrimunir av at byggja eina, heldur enn tvær brennistøðir. – Er tað ikki ein skylda at fara væl við skattaborgarans pengum?

Og tað eru eyðsýndir umhvørvisligir fyrimunir av at hava eina brennistøð fyri alt landið. – Øll vilja vit verða grøn – ella kanska ikki øll kortini?

Ætlanin er at tann nýggja felags brennistøðin verður løgd á Hjalla í Havn, so vit fáa ágóðan av fjarhitanum, sum trýdoblast.

Endurnýtslan á Hjalla, í Kollafirði og Nolsoy vera verandi har tær eru. So privatir borgarar fara framvegis at sleppa av við ruski sum tey plaga.

Búskaparligir fyrimunir

o TK sparir í miðal 14 mió pr/ár í raksti og íløgum frá 2020-2036 við at leggja saman við IRF
o Tað kostar góðar 500mió at byggja eina felags brennistøð og uml 400mió hjá TK og IRF at byggja hvør sína brennistøð
o Brennistøðin á Hjalla er niðurslitin og farast skal undir at fyrireika at byggja eina nýggja í ár.
o Um vit ikki leggja saman, skal TKt komandi 3-4 árini seta hesar 400mió av í íløguætlanini. Tvs skúlar, ellisheim, ítróttaranlegg, kloakkir osfr osfr mugu bíða


Umhvørvisliga er tað smart við einari brenistøð, tí

o Við einari brennistøð kunnu vit gagnnýta allan avlopshitan til fjarhita – og harvið trídobla máttin á fjarhitanetinum í Havn
o Um vit ikki leggja saman og vit byggja hvør sína brennistøð, fer roykurin úr Brennistøðini hjá IRF út í luftina, - til spillis. Tí har eru ikki avtakarar til avlopsorkuna
o Við samrakstri fer at bera til at skilja meir, endurnýta meir og gerast grønari


Vælsignaði lat okkum ikki spilla hetta góða mál við partapolitikki og øðrum smáligheitum.

Latið okkum heldur taka saman hendur, alt landið, og samstarva um eina felags brennistøð, - tí tað er tað einasta skilagóða at gera.

Gunvør Balle

Býráðslimur í Tórshavnar kommunu