Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eigur Kringvarpið ongan góðan?

Kringvarpið átti at havt sín sjálvsagda leiklut sum fremsti almenni fjølmiðil okkara, sum skal veita kritiskan og dygdargóðan tíðindaflutning hvønn dag í árinum. Høvuðsuppgávan er, at framleiða føroyskt tilfar á høgum støði, soleiðis at Kringvarpið gerst mentanarberin, ið støðugt styrkir føroyska samleikan og ger okkum meir tilvitað, klók, errin og góð við okkara mál, mentan og søgu.


Men hesar uppgávur røkir stovnurin tíverri langt frá í dag. Tað hevur gingið afturá hond við góðskuni seinastu árini og summarskráin er enn ein staðfesting av keðiligu gongdini. Við avgerðini um at taka Dag & Viku av skrá í 7 vikur niðurlaðar stovnurin í veruleikanum sín egna tilverurætt. Hvør skal gera tíðindi, barnasendingar og mentanarsendingar úr Føroyum um Kringvarpið ikki ger tað? Tá hesar uppgávur ikki verða røktar, kunnu vit sum brúkarar av røttum spyrja, hví vit skulu gjalda kringvarpsgjald.

Útvarpið, sum plagdi at eiga mesta av tí seiggi, ið hóast alt kemur fra stovninum, tykist summarmánaðirnar nærmast at vera farið í dvala. Ongi serlig krøv vera sett til mentanarliga og málsliga førningin hjá mikrofonhaldarunum, og small-talk og tilvildarligur tónleikur surrar úr lurtinum samdøgrið á tamb.

Niðurbræðingin av fremsta tíðinda- og mentanarstovni okkara er eitt tað stórsta vandamálið vit hava í samfelagnum í dag. Kanska tað størsta einstaka vandamálið. Tí demokratiska undirskotið er frammanundan so óhugnaliga stórt í hesum samfelagnum, og tað er helst ein avgerandi orsøk til at vit eru komin so langt út politiskt. Sera fá fólk við vitan og innliti, hava hug ella dirvi at úttala seg. Bert einstøk dagbløð[a] taka sína uppgávu í álvara og sýna journalistiskt virði, og tí átti almenna kringvarp[b] okkara at verið hvassasti slóðarin fyri fólkaræðinum og fyri upplýsandi og kritiskum fjølmiðlaflutningi. Tí gudarnir skulu vita, at politiska vanstýringin átti at sett allar alarmklokkur í gongd hjá vakthundinum í Sortudíki. 24tíma vaktarhald av makthavarunum átti at haft hægstu raðfesting. Kringvarpið hevur hóast alt yvir 60 mió kr árliga at arbeiða við, so her mugu vit kunnu krevja okkurt betri enn tað vit fáa.


Helst botnar hendan vanlukkuliga støða í, at Kringvarpið er slept uppá fjall. Politiskt tykist ongin áhugi vera fyri stovninum, sum gloymdur og forsømdur sleppur at sigla sín egna sjógv.

7 ár eru liðin síðan útvarpið og sjónvarpið vóru løgd saman, og tí er hóskandi at steðga á og spyrja, hvørjar batar og rasjonaliseringar samfelagið hevur fingið við samanleggingini. Hava vit fingið eitt betri sjónvarp? Eitt betri útvarp? Hava vit fingið meir fyri pengarnar?


Enn húsast stovnurin í tveimum støðum og sambært langtíðar íløguætlanum hjá lands- stýrinum skal virksemi ikki savnast undir einari lon. Hetta er dýrt, mentanirnar eru framvegis ikki samansjóðaðar og alt samfelagið rindar prísin við verri góðsku. Hóskandi hevði verið at eftirmett Kringvarpið eftir broytingarnar seinastu árini við samanlegging og public-service sáttmála. Við einari tíðindaleiðslu, og journalistum, ið flyta ímillum báðar tíðindadeildirnar, hevur Kringvarpið í veruleikanum ikki tvær óheftar tíðindaredaksjónir. Tá vit hava so fáar kritiskar fjølmiðlar, er tað óheppi og stundum vandamikið, at Kringvarpið bert hevur ein vinkul uppá søgurnar.


Ein eftirmeting hevði kanska komið fram til, at tað er alneyðugt at samla virksemið í einum húsið og at stovnurin má hava tvær sjálvstøðugar tíðindaredaksjónir. Ella kanska hevði niðurstøðan verið ein heilt onnur - at rættari var at skilja útvarp og sjónvarp sundur aftur. Ella deila játtanina upp, so tað liggur fast júst hvørja játtan útvarpið og sjónvarpið skal hava. Hetta fyri at fyribyrgja, at tað ikki støðugt verður etið av hjá hvørjum øðrum í einum innanhýsis eljustríði um avmarkaðu játtanina.


Tìðin er komin til, at vit seta okkum greið, men realistisk mál fyri Kringvarpið. Eitt mál má vera, at ein ávis nøgd av føroyskum tilfari skal framleiðast. Og reglulig, dygdargóð tíðindir skulu raðfestast hvønn dag í árinum, bæði í úf og svf. Her krevst ein vilji og ein greið visjón frá øllum avvarðandi pørtum - landsstýrismanninum, stýrinum og leiðsluni - um at fokusera uppá høvuðsuppgávuna hjá Kringvarpinum. Hendan uppgáva krevur eitt bankandi hjarta og vilja til at fáa stovnin aftur í oddin fyri fólkaræðinum og at lyfta hin føroyska mentanararvin.


Gunvør Balle

Tingkvinna