Eiga sjálvi at loysa spurningin um springaradráp

Nú mugu vit ansa eftir, at øði ikki kemur í grindina.

Spurningin, um hvussu vit skipa springaradráp og grindadráp, skulu vit loysa sjálvi. Tað skal ikki vera einhvør øsing uttanlands, sum setur dagsskránna. Hetta hevur verið okkara politikkur um grindadráp – og soleiðis skal tað framhaldandi vera. Eisini í spurninginum um springaradráp. 

Alt, sum fer fram í grindadrápi og í springaradrápi, skal henda við stórari virðing fyri djóravælferð. 

Sjálvandi skal ein springari avlívast eins virðiliga og humant og ein grindahvalur. Grindadrápið hava grindaformenn saman við djóralæknum, sýslumonnum og myndugleikum loyst fyrimyndarliga. Í dag kemur tað neyvan fyri at eitt grindadráp miseydnast. 

Men eftir øllum at døma eru vit ikki eins dugnalig at drepa springarar. Kanska er tilburðurin í Hvalvík  “settur upp”.  Tað skuldi ikki undra, hví legði annars eingin uppí? Tað sum hendi í Hvalvík eiga grindaformenninir á staðnum saman við sýslumanninum at standa til svars fyri – og at eftirmeta. 

Men hesin tilburður gevur okkum høvi til at seta fokus á springaradráp í Føroyum. Og at fremja neyðugar broytingar. 

Vit í Javnaðarflokkinum mæla til, at allir grindaformenn í Føroyum beinanvegin seta seg saman at viðgera avbjóðingina og sum skjótast boða politiska myndugleikanum frá, hvussu vit kunnu tryggja:

  1. At springaradráp er burðardygt í mun til stovnsrøkt og gagnnýtslu av tilfeingi
  2. At springaradráp í Føroyum verður eins væl skipað og grindadráp
  3. At rætta tøknin verður ment
  4. At lóggáva um djóravælferð verður hildin 
  5. At grindareglugerðin fevnir um springaradráp eisini 
  6. Og at eftirlit verður við øllum drápum

Sum skilst skulu mønustingarar, sum eru gjørdir til grindadráp, tillagast, um teir skulu brúkast í springaradrápi. Annars hevur tað verið siðvenja, at vandir grindamenn drepa springara við grindaknívi. Men til tess krevst venjing. Og spurningurin má svarast, um springaradráp er burðardygt, bæði í mun til stovnsrøkt og í mun til gagnnýtslu av tilfeinginum. 

Vit hava ein hóp av skilagóðum grindaformunnum kring landið – eg ivist ikki í, at teir fara at vera góðir og skjótir í ráðum. Eingin fer væl av at umdømi Føroya uttanlands verður skalað. 

Vit heita á landsstýrið at kalla grindaformennirnar saman í stundini, so at viðgerðin kann byrja. 

Meðan arbeitt verður við at loysa hesar spurningar, kunnu vit bíða við at halda springarum til. 

Tað hevur stóran týdning, at vit loysa hesa avbjóðing við støði í tilmæli frá okkara egnu. Og ikki lata okkum kroysta av útlendskum áhugafelagsskapum.

Helena Dam á Neystabø, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins