Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eiga at taka avmarkingarnar um avreiðingar uttanlanda burtur

2014-08-11 00:02

Í 2013 vórðu nøkur snelluskip av VØRN revsaði fyri brot á kunngerð nr 95, frá 27 juni 2005.

Hetta vóru skip, ið royndu undir Íslandi, og sum landaðu í Vestmannaoyggjunum vegna illveður á leiðunum millum Føroyar og Ísland. Tey sluppu ikki heim vegna illveður millum lond, og so als ikki við túrum uppá 15-20 tons, sum ofta var tilfeldið, vegna vánaligt fiskarí í 2013 undir Íslandi.

Avleiðingin varð, at Vørn boðaði hesum skipum frá, at tey mistu ein part av kvotu teirra undir Íslandi fyri tað árið. Hetta hevði við sær minni inntøku fyri manningina við hesum skipum, umframt lægri skattainntøkur fyri Føroyaland og er steinur oman á byrðu hjá snelluskipunum, sum ikki hava stórt inntøkugrundarlag frammanundan.

Í ár hava línuskipini ið hava kvotu undir Íslandi, fyri ein stóran part roynt vestur móti grønlendska markinum og heilt upp móti Vestfirðum, sum er norður-vestur hornið á Íslandi.

Haðani tekur tað 3-4 dagar at sigla til Føroya, alt eftir veðri. Prísirnir í Íslandi eru kappingarførir og betri treytir fáast í Íslandi viðvíkjandi landingarútreiðslum, harafturat varð sera gott fiskarí har vesturi, og hevur hetta tí ført við sær, at fleiri línuskip hava landað part av veiðuni í Íslandi.

Enntá loysir tað seg hjá summum skipum at landa í Íslandi, vitandi at tey missa av kvotuni.

Tað sum tey missa av kvotuni verður bara burtur úr skipanini. Tey sleppa ikki at fiska tað, og ongin annar heldur. Hetta vil siga, at vit í Føroyum gera restriktiónir soleiðis, at skipini skulu landa veiðuna í Føroyum, hetta eydnast ikki. Og orsaka av somu restriktiónum liggur ófiska kvota á hvørjum ári eftir í Íslandi, sum er okkara háttur at straffa okkara egnu landsmenn, peningur ið kundi komið inn í føroyska búskapin, men sum vit velja at lata liggja eftir í Íslandi sum óveidd veiða.

Føroyska samfelagið hevur seinasta árið givið fiskakeyparunum og fiskavirkjunum betri treytir at bjóða uppá fiskin frá føroyskum skipum, við at samtykt lógina um virkispant, sum sambært fiskakeyparum skuldi hava jaliga ávirkan á keypiorku teirra tá um botnfisk ræður. Higartil hevur hetta tó ikki endurspegla seg í fiskaprísunum her á landi og nógv bendir á, at veruligi trupulleikin er, at ov fáir aktørar eru á marknaðinum í Føroyum.

Politiskt ynskja vit sjálvandi at fáa so nógvan fisk um føroyskan keikant, og gjøgnum føroyskar hendur, sum gjørligt. Spurnartekin kann tó setast við, hví neyðugt skal verða at seta avmarkingar fyri avreiðingum uttanlands. Skal veiðuliðið hjá okkum bløða fyri at halda lív í nøkrum fiskakeyparum sum ikki megna at bjóða kappingarførar prísir og treytir? Eru vit ikki við hesum avmarkingum við at kippa gullhønina, ið verpur okkum gulleggini sum vit liva av? Skulu vit ikki heldur lata marknaðartreytirnar ráða, og so lata fiskakeypararnar laga seg til hesar fyritreytir?

Felagið Línuskip hevur ofta gjørt vart við trupulleikarnar ið standast av omanfyrinevndu kunngerð. Millum annað hevur felagið skotið upp, at markið fyri avreiðingum uttanlanda verður hækkað, og at uttanlandaveiðan verður rokna uppá eitt heilt kalendaraár, tí so fáa skipini betri stýrt landingunum.

Kunngerðir verða gjørdar av fyrisitingini í Fiskimálaráðnum, og er tað tí landsstýrismaðurin sum hevur endaligu ábyrgdina av kunngerðini.

Mangan hevur verið funnist at og undrast á, at raksturin hjá føroysku línuskipunum ikki hongur saman og at tey koyra við undirskoti á hvørjum ári. Tá slíkar atfinningar eru frammi, er tað sum oftast fiskidagaskipanin ið fær skoluna fyri at raksturin ikki ber seg.

Men tá vit sum land lata fremmand linuskip koma undir Føroyar at veiða tað sum okkara egnu línuskip skulu veiða, tá vit ár undan ári máa undan dagatalinum hjá hesum skipum, tá vit ikki vilja kompensera tey ið missa fiskirættindi við øðrum rættindum, og tá vit sjálvi harafturat leggja restriktiónir á hvar landast kann, so sigur tað seg sjálvt, at tað eru vit sjálvi ið taka lívið av hesum skipabólki.

Hevði tað staðið hesum skipum frítt at valt hvar veiðan skuldi verið landað, so kundu tey fingið munandi betur økonomi í raksturin. Tað sum manglar í hjá hesum skipum í dag er, at tey fáa 1-2 krónur uppá prísin, so hongur raksturin saman, og tað høvdu tey fingið, um vit vildu avtikið ella linkað kravið um landingar uttanlanda.

Í dag eru umleið 12 línuskip í vinnu, 14 mans eru við hvørjum, íalt 168 mans. Hetta er fleiri enn teir, ið sigla við uppisjóvarskipum okkara. Flestu av teimum eru familjumenn, meðan ein partur eisini eru ungdómar, sum skulu verða teir sum bera samfelag okkara víðari. Tað finst ikki ein betri skúli fyri hesar ungdómar, og tí eru línuskipini nakað ið vit sum samfelag eiga at halda fast um og skapa fyritreytir fyri, at tey framhaldandi kunnu verða í vinnu.

Vit eiga tí eftir mínum tykki at taka avmarkingarnar um landingar uttanlanda av, og lata marknaðarkreftirnar aftur fáa ræði. Tá koma vit at síggja eina vinnu sum ber seg.

Brandur Sandoy, Tingmaður fyri Fólkaflokkin