KOMMUNUVAL 8 NOV. 2016

2016-11-05 05:12
Hetta og mangt annað ynski eg at gera um eg verði valdur 08.11.2016

1. At fáa fólk at støðast í bygdunum Eiði, Ljósá og Svínáir 
2. At bjóða fólki grundøkir fyri ein sámiligan prís 
3. At bjóða familjum barnagarðspláss, hetta skal setast í verk beinanvegin, eitt nú við samarbeiðsavtalu við Sunda kommunu soleiðis at familjur ikki skulu noyðast at koyra eyka 20 km hvønn dag til og frá Svínáir / Eiði / Svínáir. Ella til ein barnagarður var klárur í báðum endum á kommununi. 
4. At bjóða út grundstykkir í bygdini Svínáir og ljósá, hesi grundøkir skulu hava fastan bústaðar rætt so at ognin ikki kann nýtast til útleigan til summarhús, hetta er nokk av í bygdunum. 
5. At fara undir at byggja íbúðarblokkar ella stovna sjálvsognarstovn so at fólk við lágari inntøku kunnu hava møguleika at búleikast í bygdunum. 
6. At seta skatta % niður á eitt sømiligt nivá. 
7. At fáa sett ein íverksetan bólk sum kann gera tað attraktivt hjá fyritøkum og øðrum at fáa arbeiðspláss til bygdirnar. 
8. At fáa gjørt eitt ídnaðarøki tøkt, um so er at virkir kunnu seta upp bygningar til tað endamál og tann tørv í hvør einstøk fyritøka hevur. 
9. At bjóða hundaeigarum eitt frítt øki hvar hundar kunnu fáa loyvið at renna leysir í eini innhegning, og hvar eigarin skal hava uppsýni yvir sýnum djóri. 
10. At fáa gjørt avtalu við Landsverk um at fáa smogur undir landsvegi so seyður ikki skal gera vegin vandamiklan. 

Ynski øllum eitt gott val, valevni fyri lista B Sofus. Hansen