Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Egil Hoydal 75 ár

2014-07-21 15:31

Sunnudagin 13. Juli 2014 fylti elsti í okkara systkinaflokki, Egil Hoydal, 75 ár. 13. Juli 1939 varð Egil borin í heim í Keypmannahavn og 1.september 1939 brast annar heimsbardagi á. 9. Apríl 1940 varð Danmark hersett. Hann er eitt av børnunum hjá útisetunum, sum undir seinna heimsbardaga ikki sluppu til Føroyar í 5 ár. Ikki fyrr enn “Århus” kom heim, við síni dýru last, slapst heim aftur. Foreldrini, vóru Karsten Hoydal og Marie Louise Falk Rønne. Egil eitur Egil Jørgen Hoydal. Jørgen navnið er eftir langabbanum, Jørgen Falk Rønne, sum var prestur á Sandi seinast í nítjandu øld, og sum doyði sama árið, Egil varð borin í heim.

Krígsárini í Keypmannahavn vóru strævin, og heimkoman til Føroyar var ikki bara sum at siga tað. Ikki var lætt at finna arbeiði og bústað, men við hjálp frá góðum fólki bar til. Í 1946 fekk pápi arbeiði hjá Kjølbro, og vit fluttu til Klaksvíkar, har vit vóru frá 1947 til 1950

Klaksvíkin var eitt serligt stað tá. Eitt sindur av einari “klondyke” bygd. Vaksin skjótt, og krígsárini, so hørð tey vóru, høvdu ein heilt nýggjan búskap við sær. Hetta var ikki ein vanlig føroysk bygd, og har vóru bæði sosialir og politiskir spenningar. Stutt var síðani fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Tað var tí ikki altíð líka lætt at hava danska mammu.

Vit búðu fyrst í Gerðum, síðani fluttu vit út á Kósina. Har vóru nógv børn, altíð á tí stóra spæliplássinum framvið og á sjónum á Stongunum og Kósini. Børnini livdu í bátum, og onkuntíð endaði onkur á sjónum, men har var altíð fólk sum fylgdu við, og fekk tey upp aftur.

Klaksvíkin var seinast í 1940’unum var sum sagt ikki ímyndin av eini hugnaligari bygd, og Egil hevði tað ofta hart. Tá hann kom í fyrsta flokk mátti hann berjast við størri dreingir í teim eldri flokkunum. hann kláraði at verja seg móti teimum upp í 5 flokk og so fekk hann frið. Seinni fluttu vit til Havnar, niðan á Háls, har vit høvdu góð ár.

Men í 1954 gekk ferðin út í heim. Pápi hevði fingið arbeiði hjá ST-stovninum FAO, og fekk sum starv at seta á stovn fiskavirki í býnum Manta í Ecuador í Suðuramerika. Vit fluttu øll hagar.

Her byrjaði helst tann útlongsil, sum Egil hevur havt síðani. Tí veruleikanum kom hann ongantíð aftur til Føroya at búgva. Hann las til lærara í Danmark, og í 1966 komu hann og konan, Ulla, heim eitt ár, og vóru lærarar í Kommunuskúlanum. Annars hevur tað verið Danmark, og ferðir út í heim í sambandi við ráðgeving og verkætlanararbeiði.

Aftan á at hann giftist við Ullu, settist tey niður í Suðurjútlandi hagani Ulla er ættað. Í nógv ár vóru tey lærarar í bygdini Sønder Sejerslev, og seinni settist tey niður á Rømø, har tey enn búgva, men ferðahugurin var har alla tíðina. Eina tíð vóru tey í Arabia, men Suðuramerika var ongantíð úr huganum, og har hevur Egil sett sær verulig spor í týdningarmiklum verkætlanum, sum m.a. hava verið fíggjaðar úr Føroyum.

Seinast í 1980’unum fluttu Egil við húski til La Paz í Bolivia at arbeiða fyri Folkekirkens Nødhjælp, Verkætlanin var at byggja eitt sjúkrahús upp á háslættanum í Bolivia, Altiplano, í meira enn 4000 metra hædd. Her liggur risastóra Titicacavatnið. Bolivia, sum so nógv lond í Suðuramerika, er fátækt. Nógv hava livað og liva í armóð, serliga upprunafólkið, sum er umleið 60 % av fólkinum. Uppi á Altiplano er tað serliga Aymara fólkið, sum heldur til.

Eg og Ingun vóru so heppin at vitja Altiplano, saman við Egili og Ullu í november í fjør. Vit koyrdu fyrst til Titicacavatnið. Síðani vitjaðu á sjúkrahúsið í Pucarani. Ein sera væleydnað menningarætlan, sum livir sítt fríska lív nú skjótt 30 ár eftir verkætlanin varð latin 42 bygdarløgum í Altiplano. Tann mátin hendan verkætlan varð framd eyðkennir arbeiðið hjá Egil í Bolivia. Tað avgerandi er, at fólkið á staðnum tekur ábyrgdina av verkætlanini. Tær 42 bygdirnar á Altiplano, sum fingu gagn av sjúkrahúsinum, gjørdu júst tað. Tær útvegaðu tilfar og arbeiðsmegi, og hvør bygd hevði ábyrgd av sínum parti. Hetta merkti, at Egil ferðaðist runt regluliga, og tosaði við umboðini fyri allar bygdirnar saman við vinmanninum og fremsta samstarvsfelagnum millum Aymarafólkið, Policarpio de Poma.

Neyðugt var at fáa øll at skilja týdningin av at byggja hetta sjúkrahús tí bygdarfólkið høvdu sínar heimadoktarar, sum hetta sjúkrahúsið kanska fór at taka av fótum, men í góðum samstarvi eydnaðist at sameina dygdirnar hjá heimadoktarunum og nýggju heilsustøðini.

Hetta at bygdafólkið sjálvt hevði ábyrgdina, og at verkætlanin ikki bert livdi av peningi og fólki uttanífrá, gjørdi hana so væleydnaða. Har eru nóg nógv dømi um verkætlanir sum liva, meðan peningur kemur uttanífrá, men sum falla í órøkt, tá hjálpin uttanífrá steðgar.

Júst sama hugsan hevur verið grundarlagið undir tveimum øðrum verkætlanum á Altiplano, sum Føroyar hava fíggjað. Onnur er “TAEPO”, skúlin í Cochis í Bolivia , sum er fíggjaður við peningi frá Boliviahjálpini. Her fara studentaskúlanæmingar úr Føroyum út á arbeiðsmarknaðin. Ein dagur í skúlagongdini verður settur av til tað hetta, og peningurin, sum næmingarnir fáa inn, fer allur óskerdur til TAEPO. Hin verkætlanin er skúlin í Pallina Laja, sum hevur fingið føroyska menningarhjálp. Báðir skúlar hava ment seg, frá heldur fátæksligum verkstaðarskúlum, til meira búnar skúlar, sum geva prógv á hædd við studentsprógv til tey ungu á staðnum. Allar tríggjar verkætlanir, sum Egil hevur staðið fyri, hava verið fyridømi í arbeiðinum at veita upprunafólkum í Bolivia betri sømdir.

Egil hevur sýnt í verki, at tað ber til at knýta sambond millum lond, stór og smá, og við avmarkaðum peningaupphæddum, at fáa ting at henda, bara rætt verður farið fram, og fólkið á staðnum sleppur at eiga verkætlanum. Hansara evni at fáa samband við fólk sæst kanska best av, at hann er fleiri ferðir uppkallaður. Fólk hann hevur arbeitt saman við, hava viljað tað, og í dag liva fimm sum eita Egil í Bolivia. Eg og Ingun vóru við, tá tann yngsti varð uppkallaður, ein stór løta.

Egil er altíð heilur, har hann er. Hetta sóu vit eisini, tá vit sluppu við at vitja verkætlanirnar, og tey fólk hann hevði arbeitt saman við í Bolivia. Egil samskifti við tey á ein hátt, sum greitt sýndi ta virðing hann hevði fyri teimum og tey fyri honum.

Sambært Mark Twain.......

Age is an issue of mind over matter.
If you don’t mind
It doesn’t matter

Hjartaliga tillukku við teimum 75.

Kjartan