Eg vil skunda undir grønu leiðina

Á býráðsfundinum í gjár tók eg formliga sæti í Tórshavnar Býráð og nevndarsessirnir, sum vit í Javnaðarflokkinum kristiliga hava býtt millum okkum, vórðu eisini formliga valdir. Í telvingini um nevndarsessir fekk eg fleiri sessir, enn eg hevði vónað. Teir eru: náttúru- & umhvørvi, byggi- og bý, vinnunevnd, økisnevnd, Hest/Koltursnevnd, fyrireiking til langhyl og bygginevnd fyri tyrvingarpláss. Tað var mítt dreymaynski at fáa náttúru- og umhvørvismál og vinnumál. Hesi málsøki fyltu nógv í hjartamálunum og slagorðunum til býráðsvalið “Grønari, tryggari og ríkari kommuna í 2020”. 

Væl vitandi, at náttúru- og umhvørvisnevndin søguliga ikki hevur verið tann mætasta nevndin býráðslimir hava trákkast eftir, tí umhvørvismál søguliga hava fingið lága raðfesting, og fáir pengar eru at umsita. Helst tí at umhvørvismál er eitt av teimum nýggjaru málsøkinum og tilvitið ikki stórt. Men eitt er vist, og tað er, at málsøkið veksur alsamt við, at vitanin um dálking og umhvørvisárin verður betri. Tí er tað í umhvørvismálum, at eg síggi meg kunna taka størsta takið, og tað er her, størsta takið skal takast. 

Tað sita og hava sitið sera góð undangongufólk og arbeitt m.a. við einum umhvørvispolitikki og nú einum orkupolitikki. Nú gleði eg meg at taka eina hond í og vera við at uppraðfesta og skunda undir grønu leiðina og serliga seta sjóneykuna á at skilja, kompostera, endurnýta og nýnýta tað tilfeingið, ofta kallað burturkast. Eg vil takka mínum floksfeløgum, og serliga Bjørghild Djurhuus, sum vildi lata umhvørvissessin til mín eina løtu at umsita fyri seg. Eisini vil eg takka hinum býráðslimunum, umsitingini og borgarstjóranum fyri altíð eina so góða móttøku.

Bjørg Dam