Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eg tori at bjóða arbeiðsgevaranum av!

2020-02-16 21:20

Eg tori at bjóða arbeiðsgevaranum av!

Í dag byrjaði formansvalið í Starvsmannafelagnum av álvara, og fari eg tí at heita á allar limir og álitisfólk í Starvsmannafelagnum um at stuðla mær í hesum stríðnum.

Eg bjóði meg fram, sum formann í Starvsmannafelagnum fyrst og fremst, tí at eg havi seran stóran áhuga í fakfelagsarbeiði. Hendan áhuga havi eg havt, síðani eg byrjaði á arbeiðsmarknaðinum fyri nógvum árum síðani, og hendan áhuga skulu tit merkja við mær, sum formanni. Tá hesin møguleiki stóð mær í boði, var eg ikki í iva. Um eg fái møguleikan at gerast formaður, vil eg vera sjónligur. Eg vil ganga nýggjar leiðir, og seta álitisfólkið og limirnar í hásætið. Eg vil leggja eina ætlan saman við hvørjum einstøkum stovni, har eg komi at vitja úti á arbeiðsplássunum, og hava fundir minst 2 ferðir árliga, har arbeiðsviðurskifti og trivnaður verða umrøddir. Hetta vil eg gera, fyri at skapa betri sambond millum arbeiðsplássini og felagið. Vit, sum størsta fakfelag í landinum, skulu síggjast og hoyrast í samfelagnum, og vera við í samfelagskjakinum, so okkara limir kunnu vera stoltir av felagnum. Formaðurin er ein sentralur persónur, og har er tað umráðandi, at vit vísa okkara styrki í samfelagnum. Vit skulu hava ávirkan á samfelagið, og kunna vísa á skeivleikar, sum ávirka okkara limir dagliga. Um trupulleikar stinga seg upp á arbeiðsplássinum, skulu tit ikki vera í iva um, at við mær sum formanni, komi eg at ganga á odda fyri at fremja bestu loysnina fyri tykkum og fyri arbeiðsplássini.

Gott og gevandi at vitja limirnar kring landið

Farnu vikuna havi eg verið á ferð kring alt landið, og vitjað nógvar stovnar og arbeiðspláss. Eg takki tykkum so hjartaliga fyri, at eg fekk møguleika fyri hesum, og síggja, hvussu tit stríðast í gerandisdegnum og í summum førum arbeiða undir viðurskiftum, sum kundu betrast munandi. Hendan vitjanin hevur lært meg sera nógv um, hvat tað er fyri sáttmálaviðurskifti og lønarviðurskifti starvsfólkini starvast undir, og hvussu sera umráðandi tað er, at formaðurin er til staðar úti á arbeiðsplássunum,  saman við limunum og álitisfólkunum, sum hann er sáttmálaleiðari fyri, og hevur ábyrgdina av. Nú formansvalið stendur fyri durunum, vil eg heita á tykkum, um at brúka tykkara rætt, og gera tykkara atkvøðu galdandi.

  

Um tit ynskja ein formann, sum stendur saman við tykkum, limum og álitisfólkum, og vil stríðist tykkara søk saman við tykkum úti á arbeiðsplássunum, og ein formann, sum sær tykkum, sum sína styrki. Og ynskja tit ein formann, ið er sjónligur og nærlagdur, og ein, ið torir at varpa ljós á vánalig arbeiðsviðurskifti og á skeivleikar, ið raka limirnar úti á arbeiðsplássunum?

 

So skulu tit atkvøða fyri mær til formansvalið tann 7. mars. Um tað ikki liggur fyri at koma til aðalfundin, so kunnu tit eisini atkvøða talgilt frá sunnudegnum 16. februar til 6. mars. Hetta kann gerast við at venda sær til felagið á tlf. 614868 ella við telduposti á starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo og biðja um atkvøðuseðil.

 

Gott val

 

Vinarliga

Gunnar Hjelm, formansvalevni