Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eg stilli upp til býráðið í Havn

2020-08-31 11:43

Eg eiti Birita Baldvinsdóttir Iversen, og eg havi valt at stilla upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu fyri Javnaðarflokkin. Eg eri gift við Jóanis Iversen, vit eiga fimm børn og búgva á Spógvavegnum í Havn. Eg eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiði á Tjarnagarði, har eg stórtrívist millum okkara elstu borgarar.

Eg havi valt at stilla upp til býráðið av fleiri orsøkum. Millum annað haldi eg, at:

  • Tey, sum hava umsorgan við okkara gomlu, skulu hava tíð til nærveru.
  • Vit skulu hava fleiri vaksin um børnini á stovnunum.
  • Og at vit skulu hava bestu umstøður til ítróttarfeløgini í kommununi, sum hava so ómetaliga stóran týdning fyri trivnað og heilsu hjá børnum og ungum.

Heldur tú eisini, at vit eiga at gera meira við hetta, so er bara at seta X við Biritu og X við C hin 10. november