Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eg mótmæli...

2013-12-02 20:20

Sum sjónvarpsgjaldari vil eg við hesum mótmæla sjónvarpssendingini mánakvøldið 25. november. Í bestu sjónvarpstíð slapp hesin fremmandamaðurin ótarnaður at tala fyri, at løgtingið átti at loyva samkyndum at giftast, uttan at hann fekk nakran veruliga atfinningarsaman spurning.

Hugstoytt, at sjónvarpsverturin tráspyr ein samkyndan amerikanskan sendiharra í Danmark og letur hann á henda hátt sleppa at leggja seg út í innanhýsis føroysk viðurskifti, meðan løgting okkara hevur mál til viðgerð hesum viðvíkjandi.

Svenning av Lofti