Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

EG ERI EIN EIÐISMAÐUR

Fagnaðurin fekk nærum ongan enda, tá John F. Kennedy í røðu síni í Berlin í 1963 segði tey víðagitnu orðini “Ich bin ein Berliner!”

Hesi orðini runnu mær til hugs, tá ein eiðismaður nú ein dagin ringdi og sigur við meg: “Tú skal halda flaggrøðuna norðuri á Eiði í ár, og vit góðtaka onga umbering yvirhøvur!”

Tá hevði eg ein ferðaseðil í hondini, tí fleiri starvsfelagar hjá mær fóru til Berlin í morgun at kunna seg við, hvat týskarar halda um Brexit, og hvørja ávirkan tað fær á Evropa, at granni okkara fyri sunnan, Stóra Bretland, tekur seg úr Evropeiska Samveldinum.

Men Berlin og Brexit mugu bíða hesaferð, tí eg fái neyvan nakrantíð aftur høvi at bera fram flaggrøðu norðuri á Eiði.

FLAGGIÐ SUM SAVNINGARMERKI
Flaggið er sterkasta felags súmbol, sum vit føroyingar savnast um. Tað veittrar á landi, á sjónum og prýðir loftborna føroyska flotan. Øll eiga vit lut í sama føroyska samleika, og øll kenna vit okkum aftur í Merkinum, tað veri seg til gerandis, høgtíðir, feigdardagar ella flaggdagar.

Stríðið fyri at vinna Merkinum viðurkenning á sjógvi og landi tók seg upp í 1919, tá tey fyrstu ferð flaggaðu við krossmerkinum á Regensen. Og frá tí degi helmaði føroyska flaggrørslan ikki í, fyrr enn flaggið veittraði um allar Føroyar.

Íhaldið og mótstøðan vóru stór millum teirra, sum vardu síni áhugamál best við donskum flaggi á stong, men tá fjøldin er stór og viljin sterkur, er altíð vón fyri framman, hóast brekkan er brøtt.

Tað ræður um at halda á, tí við treiskni rakar tú einaferð eitt momentum, sum ger tað møguligt at røkka á mál. Tað serliga momentið kom í hesum førinum í apríl 1940, tá Føroyar endaðu bretsku megin og Danmark týsku megin heimskríggið.

Bretska admiralitetið var um ein háls, tí føroysk skip flaggaðu við donskum flaggi, sum umboðaði fíggindan. Tí góvu teir boð um, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi.

Í bretska uttanríkisráðnum var stjølurin ringur, tí har royndu teir at finna eina millumloysn saman við útlagnum donskum embætismonnum, sum av øllum alvi royndu at forða fyri, at føroyingar fingu viðurkent sítt “rebel-emblem”.

Men í admiralitetinum hugsaðu tey praktiskt og proportionalt. “Vit hava brúk fyri, at føroysk skip kunnu halda fram at sigla við fiski til Bretlands. Teirra flagg minnir um okkara egna marine rescue-flag, so vit gera bara skjótt av, tí her er kríggj og ikki pláss fyri at hugsa um allar smálutir,” var teirra niðurstøða.

Men gloymið ikki, at admiralitetið visti bara um flaggið, tí føroysk fiskiskip flaggaðu við tí í bretskum sjóøki hóast forboð frá donskum myndugleikum í Føroyum. Og tá boðini fóru um øll heimsins lond, at føroysk skip skuldu flagga við Merkinum, so vendist ikki aftur. Heldur ikki, tá Løkke royndi at gera ólavsøkudag til føroyskan flaggdag í Danmark.

SETA EIÐI Á STRATEGISKA HEIMSKORTIÐ
Bretska herleiðslan setti ikki bara føroyska flaggið á heimskortið. Bretar skrivaðu eisini Eiði inn í heimsins hernaðarsøgu, tá teir bygdu eina av fyrstu radarstøðunum í heiminum uppi á Eiðiskolli í 1942.

Fáur grunaði, hvussu stóran týdning tað hevði fyri krígsgongdina í Norðuratlantshavi, tá bretar bygdu radarstøðirnar í Føroyum, tí hetta var spildurnýggjur teknikkur tá.

Men av Eiðiskolli kundu teir nú halda eyga við bæði flogførum og skipum langt norður í hav og senda boð til herleiðsluna, so skjótt teir sóu nakran fígginda nærkast. Tað hevði m.a. við sær, at loftálopini í Føroyum at kalla hildu uppat, og bretar so líðandi fingu yvirtakið í stríðnum um Norðuratlantshav.

Tað sigst, at hvør einasti maður í bygdini arbeiddi fyri onglendingar eitt skifti, tá tilfar til trý hús skuldu berast úr bygdini og niðan á Eiðiskoll í góðum sum ringum veðri. Tilsamans fingu teir 70.000 krónur í løn, sum var sera stór upphædd tá.

Eiði fekk ikki minni strategiskan týdning undir kalda krígnum, tí Loran C bleiv álitið, tá kagast skuldi niður í sjógvin at halda eyga við sovjetiskum kavbátum. So tað er kanska ikki ov nógv sagt, at bæði Eiði og Berlin upp á hvør sín máta vóru snúningsdeplar í kalda krígnum.

Gamaní mistu bæði militerstrategiskan týdning, tá Berlin múrurin fall og satelittarnir fjølgaðust, og tað er ikki vist, at Eiði vinnur hasa støðuna aftur, hóast Putin ger sítt ítarsta fyri at blæsa lív aftur í kalda kríggið.

Men strategiski týdningurin fyri fiskarí á Norðhavinum er onki minkaður – tvørturímóti. Tí her hava menn bygt eina kyrrhavn á brimplássi, og nú hoyrist og sæst aftur virkið lív og framleiðsla á Norðis og Bátafisk.

Og á Eiði bagir áræðinum heldur onki. Hóast bara 700 fólk, so hava tit lagt nógv fyri og bygt bæði ítróttarhøll, barnagarð, eldrabýli, nýtt stadionøki og ein dagførdan skúla. Tað mesta er betalt kontant, og skattaprosentið er framhaldandi lágt, so tað er væl skilligt, at sjálvræðið er høgt í metum norðuri á Eiði!

STRATEGURIN Á EIÐI
Undangongufólk hava stóran týdning í hvørjari bygd, hvørjari oyggj og hvørjum landi. Og soleiðis er eisini her norðuri. Poul á Látrinum var ein, men í nýggjari tíð ber illa til at koma uttan um eiðislæknan Petur Reinert.

Hann var ikki bara undangongumaður norðuri á Eiði, men eisini í føroyskum politikki, og hann helmaði ongantíð í at tala tjóðskaparsøkina.

Petur stóð á odda í fiskivinnumálum, tá fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar. Tað var eitt risastórt umskifti tá, men er eisini uttan samanbering størsta strategiska framtak fyri Føroyar í nýggjari tíð. Tí áðrenn sjómarkið varð víðkað, vóru vit eitt lítið oyggjaland upp á 1.399 ferkilometrar, men aftaná taldust vit millum heimsins stóru fiskivinnutjóðir og Ocean Nations, tí vit fingu ræði á einum sjóøki upp á 275.000 ferkilometrar.

Sjálvandi var tað ein stór búskaparlig avbjóðing at umskipa lívsgrundarlagið hjá føroyingum frá fríum fiskaríi á heimsins høvum til eitt avmarkað fiskarí bæði úti og heima. Og takið at finna og laga til røttu javnvágina er tungt og krevur bæði dirvi, hegni, vilja og tol.

Men fara vit væl um okkara tilfeingi, so røkkur tað bæði til góðar inntøkur og vinnuliga menning kring landið og gevur eitt munagott íkast til felags húsarhaldið, sum skal rinda fyri skúlar, heilsutænastur, eldrarøkt og undirstøðukervið, sum eitt vælútborið vælferðarsamfelag krevur.

Og tað gongur framá í mongum lutum – um ikki øllum. Í fjør drógu vit upp úr sjónum um 700.000 tons av fiski og útfluttu meiri enn 80.000 tons av aldum laksi. Tað eru nærum 16 tons fyri hvørt mansabarn í Føroyum.

STJÓRNARSKIPAN OG SAVNINGARMEGI
At stór virðir verða skapt í Føroyum, sæst eisini aftur í øðrum búskapartølum. Vit rinda sjálvi meiri enn 90 prosent av útreiðslunum til egna vælferð, og blokkurin, sum einaferð var um 30 prosent, er tódnaður niður um 10 prosent av fíggjarlógini.

Bera vit okkum rætt at, so skapa vit nýggjar vinnur og inntøkur burtur úr tí strategiska fundamenti, vit standa á. Fara vit um turistarnar við skili, hava vit kanska tríggjar høvuðsvinnur um fá ár, sum allar tilsamans kasta nóg mikið av sær til at reka eitt framkomið føroyskt samfelag.

So líðandi hava vit eisini tikið yvir umsiting av fleiri málsøkjum, so parturin hjá dønum at umsita er munandi minkaður. Ja, so lítil er hann, at á ríkisumboðnum kannst tú skjótt telja starvsfólkini á einari hond.

Tá vit soleiðis sjálvi skipa fyri og gjalda fyri tað mesta, er púra natúrligt, at vit samtykkja okkara egnu stjórnarskipan, sum í grundini er ein kontrakt millum fólkið og tey, sum útinna valdið í Føroyum. Stjórnarskipanin eigur at gerast tann næsta sterka dimensiónin, sum bindur okkum øll saman sum tjóð og fólk, eins og flaggið ger tað í dag.

EVSTA VALD HJÁ FØROYA FÓLKI
Ein hin mest týðandi tátturin í stjórnarskipanini er staðfestingin um, at Føroya fólk hevur hægsta og evsta vald í Føroyum, og at vit hava ein ómissandi sjálvsavgerðarrætt, so vit sjálv kunnu gera av, um Føroyar skulu fara upp í nýggj og bindandi samstørv ella taka okkum burtur úr sáttmálum, sum eru galdandi í dag.

Við hesum verja vit eisini okkara rætt til matrikkulin Føroyar og alt sjóøkið, sum hongur uppií, so ongin annar kann fara avstað við okkara lunnindum – heldur ikki gjøgnum bakdyrnar.

Vit kunnu vera meiri og minni ósamd um, hvussu nógv vit skulu samstarva við Danmark, men stórt sæð allir føroyingar eru samdir um, at evsta vald liggur hjá Føroya fólki. Tað váttar eisini ein kanning, sum Gallup gjørdi í mai í fjør. Tá svaraðu 90 prosent av teimum spurdu, at sjálvandi hava føroyingar evsta vald í Føroyum.'

Fyri fáum døgum spurdust tíðindini um, at danir ongantíð høvdu fráboðað føroyska sjálvsavgerðarrættin til ST, sum løgtingið samtykti í 2001. Summi halda, vit kunnu leggja sektina á, hvat danir halda, og lata stríðið um sjálvsavgerðarrættin liggja. Men soleiðis spælir klaverið ikki altíð í stóru verð. Mong dømi eru í heimssøguni um tey, sum hava mist, tí tey ikki megnaðu at staðfesta síni rættindir og verja seg móti ágangi.

Katalonia er feskasta dømið. Spania hevur ongantíð viðurkent rættin hjá katalanum at skipa seg sum annað enn eitt heimastýri og hevur síðan 2011 skert teirra ræðisrætt niður í nærum einki. Tað er hesum, katalanar hava stríðst ímóti farnu árini.

Síðan fólkaatkvøðuna í oktober hava katalanar verið fyri nógvum ágangi frá spanska statinum við tí úrsliti, at flestu oddvitarnir sita annaðhvørt í fongsli – uttan dóm – ella liva í útlegd, tí teirra politiska sannføring og teirra politiska starv ikki hóvar spanska statinum.

Og londini rundan um Spania tiga. Umberingin er júst sum í tríatiárunum, at hetta er eitt innlendis mál í Spania, tí Katalonia hevur ikki fingið sín sjálvsaavgerðarrætt staðfestan.

EG ERI EIN EIÐISMAÐUR
Sjálvandi vænta vit ikki, at gongdin verður soleiðis millum Føroyar og Danmark, tá vit vilja ganga hvør sína leið. Men skal eg hyggja aftur í søguna, er tað kanska bara naiv hugsan. Tí tað var júst tað, sum hendi í stríðnum um Merkið.

Var tað ikki fyri áhaldnið hjá teimum, sum stríddust fyri føroyska flagginum, og týdningin, sum føroyski flotin hevði fyri flutning av fiski til bretska marknaðin undir krígum, hildu vit ikki flaggdagin í dag 25. apríl. Og hóast vit hava hildið flaggdagin líka síðan 1940, so royndi danski forsætisráðharrin - við góðari hjálp frá samríkjamonnum í Føroyum - at gera ólavsøkudag til føroyskan flaggdag í Danmark fyri bara tveimum árum síðan.

Skal eg enda har, sum eg byrjaði, so má eg aftur til Berlin og Kennedy. Tí har snúði tað seg í grundini eisini um sjálvsavgerðarrætt og fólkaræði.

Vesturberlin var tá ímyndin av treiskum fólki, sum helt fram at liva sítt frælsa demokratiska lív, hóast býurin lá mitt inni í kommunistiska Eysturtýsklandi. Ágangurin var viðhvørt stórur, og einaferð máttu vestanlondini skipa eina loftbrúgv úr Vesturtýsklandi til Berlin við neyðsynjarvørum, tí allir vegir til Berlin vóru stongdir.

Hesar vóru umstøðurnar, tá John F. Kennedy vitjaði navnframa borgmeistaran, Willy Brandt, í Berlin og talaði fyri teirra rætti at skipa sína egnu framtíð sum frælst fólk. Og rómurin var øgiligur, tá hann í samhuga við fólkinum har segði, at fræls fólk í øllum heiminum kenna seg sum borgarar í Berlin og endaði taluna við orðunum “Ich bin ein Berliner!”

Soleiðis kann eg valla enda hesa røðuna norðuri á Eiði, men eg kann fortelja tykkum, at langomma mín, Marin Johansen, var úr Eldru Britustovu a Eiði og giftist við langabbanum Óla Smið á Argjum. Hon var í bestu árum, tá hon doyði av tuberklum í 1904, og tríggir synir hennara vuksu tí fyri ein part upp í Suðuroy. Ein teirra var abbi mín, sum bæði bleiv nevndur Bil Óli og Buss Óli. Hetta komst helst av, at hann átti næsta bilin, sum kom til landið, og setti á stovn fyrstu føroysku bussleiðina beint eftir kríggið og haraftrat importeraði fyrsta bilin úr Japan til Norðurlond í 1962.

Kanska er tað ikki nóg mikið til, at eg kann gera orðini hjá Kennedy í umskrivaðum formi til míni: “Eg eri ein eiðismaður!”, men nakað av rótini er runnin hiðani, og hugurin til einar sjálvstøðugar Føroyar er tann sami, sum hugurin hjá tykkum til sjálv at ráða fyri borgum norðuri á Eiði.

Takk fyri, at tit vildu lýða á.
Magni Arge, fólkatingsmaður