Eftirskúla- og háskúlatilboð í Føroyum

2015-08-27 03:28


Tað hevur skund at byggja eftirskúla og útbyggja háskúlar í Føroyum. Nógv ung leita uttanlands til tey mongu eftirskúla- og háskúlatilboð, sum finnast.

 

Alt gott um tað, men í Føroyum hava vit eisini alskyns møguleikar at menna okkara egnu tilboð, bæði til tey ungu sum her búgva, men eisini til onnur, sum ynskja at koma til Føroyar í longri ella styttri tíðarskeið.

 

Eftirskúlatilboð kunnu eisini miðast til ungdóm úr londunum, sum eru okkara nærmastu grannar, og harafturat eisini til tey mongu føroysku ungu, sum búgva í útlondum.

 

Útboðið á bæði eftirskúla og háskúla kunnu vera: ítróttur, list, tónleikur, tilfeingi, náttúra, handverk og mangt annað.

 

Hava vit hesi tilboð í Føroyum velja fleiri at vera verandi í Føroyum og harafturat koma fleiri ung til Føroyar, bæði tí tey eru ættað hiðani, men eisini av áhuga, tí Føroyar eru eitt serstakt land við serstøkum tilboðum.

 

Ung fólk eru ofta tey, sum hava dirvi og árræði at hugsa nýtt og at koma við tiltrongdum íkasti til samfelagið, tí hevur tað týdning fyri menningina av samfelagnum, at hetta ættarliðið í nógv størri mun verður verandi í Føroyum, og at faklig og persónliga mennandi tilboð eru til teirra.

 

Dentur eigur at verða lagdur á týdningin av øktum eftirskúla- og háskúlatilboðum í Føroyum, tí økt tilboð á hesum øki er ein virðismikil íløga í framtíðar Føroyar.

 

Katrin Kallsberg


Tjóðveldi