Eftirlitið við rúsaevnasmugling má herðast!

Nú um dagarnar frættist, at óvanliga nógv rúsevnir eru í umferð í Føroyum. Nógv meir enn bara fyrr í ár. Hetta er álvarsligt, og fólk seta spurnartekin. Er eftirlitið viknað, ger løgreglan ov lítið til at uppspora millummenninar, eru nóg nógvir pengar settir av til at byrgja upp fyri innsmuglingini o.s.fr?

Tað verður lagt nógv fyri, at fáa fatur á rúsevnunum, og oftast standa sterk brotsmannalið aftanfyri, tá smuglað verður. Hesi rekrutera ofta ung fólk til at smugla inn fyri seg og lokka við lætt forvunnum peningi. Avleiðingarnar fyri okkara ungu kunnu vera sera álvarsligar, og ofta er hetta byrjanin til eitt lív við kriminaliteti. Her eigur at vera sett nógv meir inn fyribyrgingarliga.

Um tað er so, at eftirlitið er ov veikt, gera bakmenninir sær skjótt dælt av hesum, og tískil verður meir smuglað. Fáa hesir hinvegin varhuga av, at vit sum myndugleikar herða eftirlitið og uppá allar hugsandi mátar gera tað truplari at smugla, so eigur hetta at halda smuglingini niðri.

Tí er tað av týdningi at vita, hvønn veg tað ber, og hvat landstýrismaðurin ætlar á hesum økinum. Skulu vit lata standa til og vera nøgd við eftirlitið, sum er, ella skulu vit økja innsatsin m.a. við fleiri tollarum og hassjhundum til tess at tálma smuglingini av rúsevnum í framtíðini?

Hesar spurningar fari eg at seta avvarðandi landsstýrisfólki á løgtingsfundi mikudagin. 


Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin