Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eftirlit ella álit?

2013-11-19 20:44

Vit í Sosialistisk Ung eru heilt samd við Unga Tjóðveldi, tá tey vísa á, at uppskotið frá løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, um at loyva løgregluni at avlurta fólk, er at gera seg inn á persónliga frælsið og er eitt óneyðugt tiltak. Vit halda ikki, at tað er gott fyri eitt samfelag, sum burdi bygt á álit, frælsi og samhaldsfesti, at geva nøkrum stovni so nógv vald. Vit eiga at hava álit hvør á øðrum, og “lurta” eftir heldur enn at avlurta fólkið.

Vit eru ikki ein tjóð, sum hevur nógv brotsverk ella ovurstórar rúsevnistrupulleikar. Vit eru ein tjóð, har ein av trupulleikunum hjá løgregluni fyri ikki so langari tíð síðani var, at tað er so dýrt at hava fongsul í Føroyum, tá ein næstan ikki hevur brotsfólk at koyra í fongslið. Við at gera tað møguligt hjá løgregluni at avlurta fólk, eru tað hópin av ósekum fólki, sum blíva rakt, og álitið millum fólkið og tað almenna minkar – hvør vil hava, at nábúgvin, sum av tilvild er løgreglufólk, hoyrir eina samrøðu, sum tú hevur í trúnaði við ein, sum (uttan at tú veit tað) er undir illgruna fyri eitt brotsverk?

Vit ynskja ikki hetta. Í Føroyum skulu vit hava álit á hvør øðrum, og løgreglan skal heldur brúka tíð og pening at byggja sambond og álit millum seg og fólkið, soleiðis at fólk boða teimum frá, um eitthvørt ólógligt fer fram. Vit eru ikki Danmark, Bretland ella USA. Vit eru nógv minni, og av tí sama er avlurting her so nógv meira nærgangandi enn í Bretlandi, og spurningurin “hvør eygleiðir eygleiðaran” er nógv meira viðkomandi. Vit hava ikki brúk fyri hasum møguleikanum og vit hava ikki hug til at risikera at koma í eina Snowden líknandi skandalu um nøkur ár. Vit kunnu koma so nógv longri við áliti og samstarvi.

Laura Kathrine Apol