Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Eftirbátar við talgildað fólkaskúlanum

2019-08-23 10:48
Útbúgvingarpolitikkur - 

Børn og ung mugu læra talgildar førleikar, og hvussu tey á bestan hátt umsita hesar møguleikar, soleiðis at tey gerast búgvin at ferðast í talgilda heiminum. Tað merkir, at tey skulu fáa førleikar at klára seg sum talgildir borgarar.

Tað krevst eisini, at vit mugu duga okkum hógv frá ungum aldri, so vit eisini læra tey yngstu at verja seg frá tí, tey kunnu renna seg á talgildu skíggjunum. Tí er teirra atburður á alnótini eisini týdningarmikil, soleiðis at tey trygt duga at brúka tann talgildað heimin, við teimum møguleikum hetta gevur teimum.

Tað, at næmingar skilja talgilda heimin, ger at teir betur kunnu kanna og skilja tey menniskju, sum hava tikið teir møguleikar til sín, sum hesin heimurin gevur.

Talgilda menningin í fólkaskúlanum skal vera við til, at næmingarnir sjálvstøðugt byrja at sniðgeva og skapa nýggjar tænastur og at næmingar eru betur førir fyri at síggja møguleikar og vansar. Ja, teir talgildu førleikarnir eru avgerandi í framtíðini.

Mítt uppskot er, at vit gera nakrar verkætlanir, t.d. kundi tað verið í 1. flokki, 4 flokki og 7 flokki úti í nøkrum skúlum yvir eitt 3 ára skeið. Á henda hátt gera vit okkum nakrar royndir, hvussu vit best menna talgildu førleikarnar hjá næmingunum, og hvussu vit á bestan hátt taka tað KT - didaktiskt inn í skúlan.

Hetta krevur eina endurútbúgving av teimum lærarum, sum skulu verða partar av eini slíkari verkætlan. Sum lærari veit eg, at fleiri skúlar høvdu verið við, og nakrir skúlar eru longu byrjaðir í tí stilla.

Hetta krevur nakað av pengum, men íløgan er neyðug. Vit mugu geva næmingum hesar førleikar, tí talgildi heimurin er og verður ein alt størri partur av dagligum og vinnuligum viðurskiftum í framtíðini.

Tá eitt so stórt rák við tøkni og skíggjum kemur inn í okkara skúlar, er tað sera umráðandi, at lærarar eru førir fyri at kunnu ganga undan í KT-menningini, soleiðis at næmingarnir verða kunnugir at gagnnýta teir møguleikar, sum tey hava fingið seinnu árini.

Tí haldi eg, sum lærari, at ein verkætlan við menning av okkara talgildu førleikum eigur at verða sett í verk innan 1-2 ár, tí tað er ein sannroynd, at vit í føroyska fólkaskúlanum eru eftirbátar á økinum, samanborið við okkara grannalond.

Jaspur Langgaard

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN