Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Edva Jacobsen stillar upp fyri Sambandsflokkin

2019-08-17 14:38
Sambandsflokkurin - 

Enn eitt kent andlit í føroyskum landspolitikki stillar upp til løgtingsvalið - Edva Jacobsen sat á Løgtingi fyri Sambandsflokkin frá 2010 til valið í 2015

Edva Jacobsen er fødd tann 31. august 1964. Hon er uppvaksin og býr í Fuglafirði. Er gift við Elibert Jacobsen og eiga tey ein vaksnan son.

Edva byrjaði í táverandi Føroya Banka í 1983 og starvaðist har til 2010, tá hon fór í Løgtingið sum varakvinna, og varð síðani afturvald í 2011.

Í 2015 fór hon at arbeiða á Pelagos fram til Januar 2016. Síðani fór hon at arbeiða á Kryvjideild hjá Bakkafrost í Klaksvík og síðani á Glyvrum fram til summari 2018. Í dag arbeiðir Edva á Fíggjar- og HR deildini hjá Bakkafrost. Umframt tað er hon næstvald í Fuglafjarðar býráð, vald fyrstu ferð í 2016.

Partur av frítíðini fer m.a. til missiónsarbeiði, og er hon í stýrinum fyri Thabor. Hevur stóran áhuga at fylgja við ymiskum ítrótti, og hevur hon í fleiri ár verið í nevndini hjá ÍF-fótbólti, men ikki tey síðstu árini.

Edva hevur sagt ja til at stilla upp aftur fyri Sambandsflokkin. Hon brennur fyri at gera mun politiskt, og vil arbeiða hart fyri at skapa tryggar karmar, bæði vinnuliga, sosialt og fíggjarliga, og reka ein framtaksfúsan politik á kristiligum mentanarstøði.

Sambandsflokkurin livir upp til hettar í stevnuskrá síni, og er einasti flokkur,sum ynskir at arbeiða í tøttum samstarvi í Ríkisfelagsskapinum. Vit megna nógv meira við at standa saman og hettar er ein stór styrki fyri okkara vælferðarskipanir.

Her eru nøkur av hennara mongu hjartamálum:

- Vinnan skal hava tryggar, stabilar og kappingarførar karmar at virka undir

- Sterkt heilsu- og almannaverk í tøttum samstarvi í Ríkisfelagsskapinum

- Bestur karmar innan serøkið, írokna bústaðarmøguleikar

- Fjølbroyttir íbúðarmøguleikar til allara málbólkar

- Allarbestu útbúgvingarmøguleikar til okkara ungdóm, bæði í Føroyum og aðra staðni

- Viðgerðartrygd til allar Føroyingar

- CPR-nr., sum ger tað lættari at virka í øllum Ríkisfelagsskapinum, eisini í sjúkraørindum

- Fiskivinnunýskipanin má endurskoðast. Uppisøla av fiskirættindum kann ikki brúkast

- Tryggan búskap - prístalsregulering av ríkisveitingini og hægri játtan til vælferðartænstur

- Góðar karmar til felagsskapir, td. Kris, Provita, Herbergi og aðrar, so teir hava enn betur møguleika at virka, til stórt gagn fyri nógv menniskju, sum hava brúk fyri hjálp, og teirra familiur.

Sambandsflokkurin

RN