Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Edmund spyr um avtalu í NASCO um laksafiskiskap í føroyskum sjóøki

Fiskivinnupolitikkur - 

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 6. august 2018 sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um avtalu í NASCO um laksafiskiskap í føroyskum sjóøki. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvat samskifti og samstarv hevur verið millum Føroyar og Danmark í nýliga gjørdu altjóða samtyktini í NASCO um avtalu at fremja reguleringsátøk av laksafiskiskapi í føroyskum sjóøki o.a.?

2. Hvørjar formligar bindingar snýr avtalan í NASCO seg ítøkiliga um fyri Føroyar, t.d. avtalutíðarskeið, veiðunøgdir, serligar ásetingar?

3. Hvat verður støðan við atliti til laksafiskiskap í føroyskum sjóøki eftir hesa avtalu í NASCO?

4. Hvørja støðu og ætlanir hevur landsstýrismaðurin við atliti til laksafiskiskap í føroyskum sjóøki og altjóða, sum part av fiskivinnupolitikkinum?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at tann 19. juni 2018 stendur at lesa sum tíðindi frá Evropakommissiónini, at altjóða felagsskapurin NASCO styrkir samstarvið fyri at verja hóttar laksastovnar.

NASCO stendur fyri North Atlantic Salmon Conservation Organization og hesi lond eru limir: Kanada, Danmark (vegna Grønland og Føroyar), ES, Noreg, Russland og USA. NASCO er ein altjóða felagsskapur, sum er settur á stovn í sambandi við eina altjóða avtalu um varðveitslu av laksi í Norðuratlantshavinum - ein avtala, sum kom í gildi 1. oktober 1983.

Á 35. ársfundinum í Portland, Maine (USA), tann 12. og 15. juni 2018 samtykti NASCO nýggja avtalu um reguleringsfyriskipanir fyri laksafiskiskap, eisini kring Føroyar og Vesturgrønland.

Tað verður sagt, at nýggja avtalan skal vísa nýggja viljan frá øllum pørtum at betra samstarvið um varðveitslu av laksastovnunum, serliga stovnarnar sunnan til.

Harafturat verður nevnt í avtaluni um nógvar manglar, sum eru við atliti til eftirlit og yvirvaking av veiðuni, lagt verður upp til ásetan av mest loyvdari veiðu (MLV) o.a.

Eisini verður nevnt, at við endan av oktober 2018 fara teir norðuratlantisku og norðurstillahavsráðharrarnir at taka lut í tí almennu framløguni av átakinum.

At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað vísir seg framvegis at vera ivamál um laksafiskiskap í føroyskum sjóøki og altjóða avtalur í hesum sambandi, og tí verður hesin skrivligi fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

RN