Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dýrir dreingir í Hoyvíkshaga

Landsmyndugleikarnir mugu leysgeva Hoyvíkshagan til vindorkuútbygging sum allar skjótast. Tað ber ikki til, at festarin í hoyvíkshaga og Vindrøkt tarna vindorkuni, tí tað kostar øllum samfelagnum meira enn 30 milliónir kr. um árið í oljuútreiðslum

Í mínari tíð sum nevndarformaður í SEV stríddust vit eisini við Siggert Patursson og Jóhan í Niðristovu, sum halda seg hava einarætt til at byggja eina vindmyllulund í Hoyvíkshaga. Somu menn, sum annars eftirlýsa kapping á økinum, men bara ikki so leingi kappingin er ein meinbogi fyri teir sjálvar.

Teir eru eirindaleysir í síni framferð, tí so leingi eingin vindmyllulund kemur upp at standa í Hoyvíkshaga, ja so leingi kostar tað elveitingini hjá øllum Føroya fólki væl meira enn 30 milliónir krónur í oljuútreiðslum um árið, soleiðis sum vit tá roknaðu tað út í nevndini í SEV.

Vindrøkt sigur seg vera til reiðar at veita 6000 húsarhaldum streym frá einari vindmyllulund í Hoyvíkshaga, sum er almenn jørð. Vindrøkt og festarin gloyma, at tað er orkumyndugleikin, sum bestemmar, hvussu útbjóðingin skal gerast. Tað ber ikki til, at Siggert og Jóhan halda seg hava rætt at sita á haganum og soleiðis bæði skumpa útbjóðingarreglurnar hjá orkumyndugleikanum og elveitingarlógina til viks.

Eg haldi, vit hava bíðað nóg leingi eftir Hoyvíkshaga, og tí eigur landsstýrið av álvara at fara inn í málið og taka festaran og avtaluna, sum hann hevur við Vindrøkt, av ræði. Hetta er landsjørð, sum festarin og Jóhan halda seg hava einarætt til. Tað eigur ikki at lata seg gera í einum fólkaræðisligum og framkomnum samfelag, at tveir einstaklingar herseta almenna jørð, sum eigur at koma øllum samfelagnum til góðar í form av vindorku. Festarin og hansara støðutakan eiga her at víkja fyri einum almannagagnligum endamáli, og landsstýrið eigur sum skjótast at traðka í karakter fyri at loysa hetta málið.


Vinarliga

Jákup Suni Lauritsen,
fyrrverandi nevndarformaður í SEV