Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dupultmandatið

2019-01-31 21:40

Nú er HIMR (Heilsu- og Innlendismálaráðið) aftur í holt við at realitetsviðgera reella málið, nevnliga spurningin um rætt borgarstjórans at vera løgtingslimur - stundum innpakkað í eina uppseting um, at hetta bara snýr seg um at seta mál á skrá - men uttan at HIMR vil fyrihalda seg til, at HIMR í 2017 hevur konkluderað um veruliga spurningin frammanundan á púra ófullfíggjaðum grundarlagi. Harvið er HIMR ógegnugt, og tí kemur borgarstjórin fyrst at venda sær aftur til eftirlitið í mun til gildi á býráðssamtyktini, í mun til kommunustýrislógina og fyrisitingarrættin annars, og í tí sambandinum verður gjørt galdandi, at HIMR er ógegnugt at viðgera málið, sí eisini svarskrivið frá aðalstjóranum Turid Arge frá 13. December 2018 (sí viðheftað skriv).

Av somu orsøk verður tað ikki mett vera ílagi, at HIMR einsíðugt streingir á fyri at seta í verk ta býráðssamtykt, sum HIMR er ógegnugt at meta um.

Hartil er tað so, at borgarstjórin var ikki hoyrdur áðrenn avgerð var tikin og avgerðin lýkur annars ikki grundleggjandi fyrisitingarlig krøv um málsupplýsing, sakliga grundgeving v.m. Heldur er ikki nøkur freist sett á av býráðnum, og HIMR/eftirlitið hevur tí onga orsøk til bara at krevja borgarstjóran sum part av eini síðuni at svara innan ásettu freist, samstundis sum HIMR ikki tykist geva málsgongdini og fyrisitingarligu viðgerðini av málinum hjá meirilutanum neyðugan ans. Hetta stuðlar tí greitt undir uppáhaldinum um ógegni.

Talan er hartil um einsíðuga og grundleysa afturkallan av givnum fráviki, givið fyri valskeiðið, uttan at vanliga tungtvigandi grundgevingarnar fyri afturkallan yvirhøvur eru til staðar.

So tað má fáast greiða á hesum heilt grundleggjandi og álvarsligu viðurskiftumunum fyrst, og tað kemur borgarstjórin at kontakta eftirlitið um ein av døgunum. Hetta er heilt grundleggjandi fyri at málið kann verða nøktandi upplýst og fáa eina nøktandi viðgerð, heldur enn at verða stýrd av politiskum viðurskiftum og leypandi tíðindaflutningi, sum tykist verða støðan í løtuni.

Kristin Michelsen,
borgarstjóri