Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dugir Jørgen ikki at rokna – ella er hann bara ikki til at rokna við?

2020-10-08 01:56

Eitt sjúkrahús av tí reinasta kopari, sum kostar tætt við eina milliard. Við tílíkari glæsiligari fasadu ímyndar ein sær helst, at innan í hesum flotta bygningi starvast fólk, ið eru umboðandi fyri hesa glansmynd. Men tíanverri er støðan alt annað enn glæsilig hjá hart arbeiðandi reingerðarfólkunum, sum har inni starvast, hóast Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, royndi at fjala yvir beiska veruleikan í sínum aftursvari til fyrispurningunum frá Kristinu Háfoss um láglønt fólk í Føroyum. Spurningar ið endiliga síggja dagsins ljós. (Svarið frá fíggjarmálaráðharranum kann lesast á in.fo, og tað var 5. okt.)

Tá mann agerar sum jólamaður í Føroyum, og deilir milliónir og milliardir út, er tað ógvuliga umráðandi at minnast til, at vit eru ØLL við til at fíggja hetta gávuresið. Tí krevja vit, at tú pakkar tín apatiska hugburð burtur og syrgir fyri at viðurkenna okkum sum menniskju, og vísa eitt sindur av reiðiligheit. Altso reiðiligheit – ikki ‘reiðara’heit. Lat vera við at pakka lortin inn í skínandi gávupappír. At pástanda, at lønin hjá okkum er vaksin við 42 prosentum síðani 2002, er sera misvísandi. Tú velur at fjala sannleikan. Tú velur at traðka á okkum, sum longu liggja niðri. Heldur enn hesi 42 prosentini, er okkara lønarvøkstur í veruleikanum einans 25%, og er tískil ein reel lækking av reallønini, ein munandi lækking, hetta orsakað av at kostnaðarstøðið í landinum er økt væl meira enn hesi 25 prosentini, so at okkara keypiorka er væl minni enn fyri 18 árum síðani. Tú velur at leggja okkara eftirlønarvøkstur, sum er hækkað munandi í prosentum, saman við okkara ‘lønarvøkstri’ fyri at røkka einum tali, sum ljóðar meira tespiligt, og ger tað, at fólk aftur kunnu loyva sær at venda blinda eyga til, gloyma okkum og lata okkum rotna upp í kopari. Hetta er óreiðiligt, Jørgen!

Nú vil eg siga tær eina søgu – ikki eitt ævintýr, sum annars er ein genre, tú tykist at dyrka – men eina veruliga og sanna frasøgn um eina kvinnu, sum starvast sum reingerðarfólk á Landssjúkrahúsinum. Eg sat og prátaði við hana í gjár, og hennara lítla frágreiðing um hesi seinastu árini hjá sær, gjørdi meg sera kedda. Hon gav mær loyvi at deila hetta við tær, men ynskti at vera anonym, tí hennara lív materielt er yvirlivilsi, og hon skammast um ikki at hóska betur inn í samfelagið, enn hon ger.

Eftir 30 ár í einum turbulentum hjúnarbandi, tók hon fyri 10 árum síðani eina stóra avgerð, sum hon visti fór at destabilisera hana – ikki bara kensluliga men eisini fíggjarliga. Hon lat seg skilja frá manni sínum og lovaði sær sjálvari aldrin at grenja um sína fíggjarstøðu, nú hon sjálv hevði tikið hesa avgerð. Tá hon segði orðið “grenja” hugsaði eg mítt ... Grenja. Hvat er hetta fyri eitt orð at brúka um seg sjálva? Er samfelagið veruliga so trongskygt, at mann sum kvinna ikki kann krevja sín rætt, tá tað snýr seg um lønarviðurskifti? Vit eiga at broyta hugburð hesum viðvíkjandi!

Seinastu 20 árini hevur hendan intelligenta, forvitna og vakra kvinnan aldrin verið uttanfyri føroysku landamørkini. Forvitnið hevur verið kúgað og undirgrivið í lorti og upptaki eftir øðrum. Fyri at yvirliva eftir hjúnarskilnaðin noyddist hon at flyta inn til ein familjulim fyri at sleppa undan tí ørligu leiguni, sum ræður í miðstaðarøkinum. Her búleikast hon enn, hóast hon nærkast pensjónsaldrinum. At ein kvinna hevur arbeitt alt sítt lív, men ikki kann lata seg skilja, tí hennara egna inntøka ikki røkkur til livistøðið í Føroyum, er bara alt ov galið! Og um hon er djørv og letur seg skilja, tá hjúnarbandið ikki stendur til at bjarga, og harvið noyðist at dúga uppá onnur, er heldur ikki ein nøktandi loysn, tá Føroyar eru millum heimsins ríkastu lond. At kvinnufak ikki verða raðfest av fíggjarmálaráðharranum, ger at kvinnan verður hildin sum gísli.

Men í fjør slapp hon at útliva ein dreym, hon hevði havt í tjúgu ár. Hon hevði tað árið starvast í seks ymiskum størvum, og fekk harvið spart saman til eina uttanlandsferð, sum vardi í ‘heili’ 10 dagar. Hon fegnaðist, tá hon lat seg í snøgg klæðir og trein umborð á Atlantic Airways. Júst tá føldi hon seg sum ein part av tí góða samfelagnum. Í Fraklandi vóru allir sansir stimbraðir, forvitnið blómaði sum ongantíð áður – ja, hon lærdi enntá fleiri franskar setningar. Hon føldi hvat frælsi var, hon føldi hvat lívið var. Tá hon eftir 10 dagar trein út úr Atlantic Airways, gjørdist hon sera kensluborin, og fór eitt sindur í panikk, tí júst tá gekk tað upp fyri henni, at hetta møguliga var seinastu ferð, at hon lendi í Føroyum. Framyvir fór hon á ongan hátt at hava orku til at starvast í 6 ymiskum størvum fyri at realisera sín hug at ferðast. Sín hug at uppliva ymsar mentanir, og at njóta hendan vakra heim.
Fastlæsta kennir hon seg: “At arbeiða fyri yvirlivilsi er ein óvissa sum elvir til bæði tunglyndi og angist, og at vita, at eg skjótt gerist pensjónist, ger tað ikki minni ræðandi, tí eg veit, hvat 15% av mínari lorta løn er. Og harvið veit eg, hvussu óhugnaliga lítið eg tá fái útgoldið. Var hetta tað? Var hetta lívið?” Endar hon við at siga.

Ja, er hetta eitt virðiligt lív í Føroyum í 2020?

Tað nyttar ikki at pakka lortin inn í gávupappír, tí vit fara at stríðast, og hetta merkir, at hvørja ferð tit leggja ‘gávuna’ frammanfyri okkum, pakka vit hann upp, og tá skal ongin ivast í, hvussu forbankað illa hann luktar. 119 krónur er okkara tímaløn. Vit standa í konstantum smittuvanda og hava eitt fysiskt tungt arbeiði. Sjálv gangi eg til fysioterapi sum 29 ára gomul, nú ryggurin er farin at gera um seg, eftir at eg eri byrjað at starvast sum reingerðarfólk. Og lat meg líka minna teg á, at hetta heldur ikki er ókeypis.

At (mis)brúka Korona og krevja, at vit sum eru í størsta smittuvanda skulu vísa hógv er sera órímiligt, sera ósømiligt. Júst nú verður tað eyka nógv prógvað, hvussu nógv reinføri hevur at týða fyri at basa smittuni. Og hetta er júst tað vit sum reingerðarfólk gera.

At enda vil eg líka undirstrika, at sáttmálin hjá okkum eitur ¾ tíð. Harvið er okkara nettoársinntøka 136.723 kr. Og hetta merkir, at vit eru 10.891 kr. UNDIR fátækramarkinum. Og lat meg so eisini undirstrika, at um tú hugsar, at hatta jú ikki er løn fyri fulla tíð, far tú so og vaska skitnar tuflur, kjøtklumpar á gólvinum, 10 vesikummur, flyt legur, ger ørindi fyri hini starvsfólkini – sum eisini eru sera hart pressaði – fyll upp, ger morgunmat, døgurða, millummála, nátturða, tosa við sjúklingar og mangt mangt annað – fyri 119 kr. um tíman. Og vita so, um tú orkar at fara út at arbeiða tey resterandi 25 prosentini. Og um talan er um fulla ella ¾ tíð er fakta tað, at lønarvøksturin ikki fylgir inflatiónini.

Tunlar og marglætisbygningar er nakað mann kann loyva sær fíggjarliga, tá øll í Føroyum kunnu liva og ikki einans stríðast fyri at yvirliva. Vaknið nú upp úr hesum ævintýrinum, sum fyri mong av okkum veruliga kennist sum ein ræðusøga. Raðfestið nú, for hundarnar, rætt! Og tað merkir, at tit m.a. raðfesta hendan bólk, sum altíð hevur verið ósjónligur.

Kristina Isfeld