DRONNING ELISABETH OG PÁSKAHÁTÍÐIN - fyri fyrstu ferð í 68 ár

2020-06-05 13:21

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: 228314 - gjaranes@gmail.com- Skrivað: pjd, Glyvrar 14.05.2020

____________________________________________________________________________________

DRONNING ELISABETH OG PÁSKAHÁTÍÐIN - fyri fyrstu ferð í 68 ár

Korona-virus lukkaði samfelagið niður, men lat eisini dyrnar upp fyri nógvum góðum. Hugsa um tær mongu beinleiðis stroymdu sendingarnar á netinum so sum gudstænastur, møtir, jarðarferðir, fundir, undirvísing, og enntá rundir familjudagar vórðu feiraðir beinleiðis á netinum, og ikki at gloyma morgunsangin, sum hevur ljóðað um alt tað danska ríki seinastu vikurnar. Korona hevur av sonnum staðfest fyri okkum hvussu hent í alnetið eisini kann vera.

Eitt av tí heilt stóra, sum hendi orsaka Korona, og sum fólkið aldri áður hevur upplivað tey 68 árini hon hevur sitið á trónuni, var, tá Hennara Hátign Dronning Elisabeth steig fram í BBC-sjónvarpi páskaaftan kl.18:00, har hon helt eina væl fyrireikaða páskarøðu, sum eisini skuldi vera ein kærkomin korona-heilsan til alla tjóðina, sum pínist undir óvissuni orsaka Korona.

Í páskarøðuni gevur Dronning Elisabeth greitt ljóð, hvar fólkið kann finna ljós og vón í hesum myrku koronatíðum. Hon tosar um tey livandi ljósini, sum verða tendrað í kirkjunum kvøldið fyri páskamorgun: “So hvørt sum ljósini tendra í hvørt annað og ljósið verður bjartari og bjartari, soleiðis er tað eisini við teimum góðu tíðindunum um uppreisn Kristusar, sum hevur ljóðað frá fyrsta páskamorgni gjøgnum øll ættarliðini til okkara ættarlið,” sigur Dronningin.

Dronningin heldur fram: “Páskini í ár verða annarleiðis, men páskaboðskapurin er tann sami. Vit hava tørv á páskunum í dag sum aldri áður. Tá uppreisn Kristusar varð ein veruleki páskadag, tá fingu tey, sum trúðu, eina nýggja vón og eitt nýtt lívsinnihald. Hetta kunnu vit øll taka til okkum,” sigur dronning Elisabeth.

Tað er hugaligt, at Monarkurin/Dronningin yvir Bretska Kongaríkinum hevur eitt persónligt forhold til páskasannleikan.