Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Drepur uppi undir Tinganesi

2014-05-20 16:54

Tíðin hon rennur sum streymur í á. Hin stóri róðurgangarin, onkustaðni har úti undir væðingini, ytst úti undir hválvinum, heldur skil á knøttunum á tí stóru kommandobrúnni soleiðis, at Skapanarverkið melur sum tað skal. Tíbetur sleppa vit ikki at fjasast uppi í hesum. Annars hevði onkur strategiskur ella taktiskur snillingur í eini veikari løtu í ovfarakæti sprongt alt í luftina. Okkara lutur er avmáldur til at røkja lítlu tillutaðu krambúðina Føroyar sum frægast. Til tað hava vit m.a. eina politiska skipan.

Nú havi eg ongantíð verið befongdur við tí ringu sjúkuni, sum longsul er, men havi siglt saman við monnum, sum næstan hava mist vitið av hesi sálarligu sótt. Nú eru trý ár gingin síðan tann skilagóða avgerðin varð tikin, ikki at stilla upp aftur til løgtingsvalið í 2011, - og merkist bara ein farri av drátti og longsli innar í tað høpið aftur, so er frægasti heilivágurin at skrúva upp fyri Tingvarpinum eina løtu, so er lekidómurin vísur. Hugsjónarliga er tað sum at seta undir klett, har sprettur ikki ein nýggjur tanki, lok er lagt á alla framdrift, smyrjioljan er guvað burturúr gearkassanum og sterkasti maðurin í landsstýrinum stjórnar øllum. Parlamentariska skipanin tykist hava sáttað seg við leiklutin sum politiskur húsavørður hjá donsku maktini í Føroyum og sum asnaryggur undir Jørgeni Niclasen, sum aftur er asnaryggur undir áhugamálunum hjá stórkapitalinum í Føroyum.

Føroyar eru eitt danskt heimastýri, tað hava tær verið í meira enn 66 ár. Hetta hevur sjálvandi ment ein heilt serligan politiskan kultur, ið virkar eftir yvirskipaðum fyritreytum, sum aðrir hava sett okkum. Inni í hesi hermetiskt lokaðu kringekjuni - karrusellini - eru nú 7 flokkar av fólki, sum hvør í sínum lagi hava eina ætlan um, hvussu danska politiska húsavarðatænastan skal røkjast sum frægast. Hugsjónarliga eru flokkarnir nú so líkir og merglopnir annars, at menn ganga so hissini ímillum, alt eftir tørvi og persónligari fáfongd, hurðarnar eru lopnar úr lási og farnar upp á víðan vegg í politiskt heimastýrandi íbúðini. Orðið ella hugtakið stragtegi finst ikki, alt er nú bara tann beri og blektaði taktikkur, sum bert røkkur fram til ta løtuna, táið tú skal taka í reyvina á tí næsta henta idiotinum í skipanini tær sjálvum og stuðlandi áhugamálunum til fyrimunar. Hvør er dagsaktuella støðan so, - eftir 66 ára stjórnmálsliga tómgongd?

Hálvttriðja ár er nú farið av valskeiðnum, og tá tingið kemur saman aftur á Ólavsvøku, fer danska húsavarðabrigadan og breyðpolitikarar úr øllum flokkum og úr báðum kynum at positionera seg til uppaftur eitt nýtt heimastýrisval, sum í seinasta lagi verður hildið 29. oktober 2015. Gamalt var, at tað sum ikki var komið á skaftið í fyrra helmingi av einum valskeiði, tað kundi tú skjóta ein hvítan ørv eftir, frustratiónirnar breiða seg, og ongin tekur støðu til nakað, í hvussu er ikki til eitthvørt, sum kann vera darvandi fyri endurvali teirra, sum framhaldandi ætla sær leiklutin sum pedellar hjá donsku maktini í Føroyum. Harvið skulu vit rokna við, at valstríðið so smátt er farið av lunnum.

Tvær veljarakanningar komu støkkandi út í almenna rúmið, at kalla dag um dag, í vikuni sum fór. Gallup hevði evnað aðra til gamla Dimmustjóran Árna, ímeðan Lóður hevur gjørt hina fyri Sjúrð Skaale, tingmann Javnaðarfloksins á Danatingi. Ikki óvæntað varpa kanningarnar eina torpedo inn í búkin á ABH-samgonguni hjá Kaj Leo og Jørgeni. Umsíðir tykist veljarin hava skilt, at hetta púrgjørda regime ikki kann halda fram, skaðin av ránunum og vina- og kenningapolitikkinum og stjórnmálsligu tómgongdini er somikið stórur, at samfelagið stendur ikki undir ABH-vektini eitt valskeið afturat. Tað hendir ikki meira fram til ætlaða valdagin, til tað er comatøsi tilstandurin hjá Sambandinum av veljarakanningunum ov fepurkendur. Fólkaflokkinum eru meiningarkanningar eitt feitt, við smáum fintum megna teir altíð at snúgva sær onkursvegna uppá turt, og samkomuklientellið hjá Miðflokkinum man vera rímiliga statiskt og røkkandi til tveir tingmenn. Pensiónsfíggjaði flatskatturin, gávubúðin hjá Vestergaard og eldrarokningin, sum nú skal turkast upp í ermarnar á kommununum, varð úrslitið, sum megnar at manna 14 tingsessir av 33 sambært Lóður-kanningini hjá Sjúrði. Kanska verður tað uppaftur verri, tá totalfriðaði loyniligi miðlainformanturin í Vinnumálaráðnum fer ígjøgnum vaskimaskinuna hjá landsstýrismálanevndini. Men tak onki fyri givið, aðrar staðir gerast menn politisk halgimenni av at offra seg fyri eini søk, í Føroyum verður tú tað fyri tað mesta av at spæla hund. Eisini eitt heilt serligt heimastýrissyndrom.

Tann stóri spurningurin er so, um tað finst nakað eintýðugt alternativ. Ella er núverandi andstøða møguleikin, sum vit skulu dúva uppá? Mikla politiska apatiin í fólkinum er ikki bara avleiðing av ABH-politikkinum, men í minst líka stóran mun ein avleiðing av áhaldandi knarrinum og yppa-kivinum hjá andstøðuni í mun til sitandi meiriluta. Kanska sita hesir við einum politiskum konseptið fyri, hvussu Føroyar skulu stjórnast tey næstu árini, men tað er í hvussu er væl og virðiliga dult fyri monnum.

Partíeigarin Poul Michelsen tykist onkursvegna at hava funnið eina rók í veljaraskaranum, har hann heldur fast og væl tað. Ein nýggjur flokkur skal ikki taka hædd fyri eldri kulturum og siðvenjum innanfloks, tí kann floksformaðurin stýra sum hann vil. Poul er tiltikin íðin og arbeiðssamur maður, og onkursvegna hevur hann løtt Framsókn við nøkrum grundvirðum, sum kunnu fara at halda, og sum bera inn í eina samgongu og samstarv.

Aksel Vilhelmsson hevur buktað skopuningin út um grindina, og hevur í seinastuni megnað at hildið fokus á nøkrum stakmálum, eitt nú um manningarásetingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, og so hevur hann retoriskt yvirtikið fiskivinnupolitikkin hjá Tjóðveldinum, hóast Javnaðarflokkurin onki ítøkiligt uppskot hevur um hetta. Hetta einsamalt gevur ikki ein vøkstur á 8%. Orsøkin skal heldur finnast í taktiska spunaðinum hjá Sjúrði og honum, har Javnaðarflokkurin fram til valið skal liggja íhaldnu megin Sambandsflokkin í ríkisrættarmálum, nú taka teir eisini undir við eini vaksandi ríkisveiting, bara soleiðis halda teir fast um læntu, frustreraðu og fornermaðu sambandsatkvøðurnar. Og bara soleiðis endurvinnur Sjúrður fólkatingssessin, tá kann tað kanska vera líkamikið hvat Aksel annars kann brúka Javnaðarflokkin til, tá valhølini í seinasta lagi lata aftur í oktober mánaða næsta ár. Politisk strategi er ongin at hóma, taktiskt ráksnúni er kreddan, sum stýrt verður eftir.

Gallup-kanningin er lítið hugalig fyri Tjóðveldisflokkin og Lóður-kanningin er meiri at kalla katastrofal. 2,5% í vøkstri eftir 10 ár í andstøðu og við eini politiskt hopleysari samgongu, tað ber boð um trupulleikar. Formaðurin segði, refererað frá Flokstinginum í Sandavági, at hann nú fór eftir løgmanspostinum í heimastýrinum, men heldur ikki tað gav nakra effekt. Annaðhvørt spreiðir politiska høglbyrsan hjá Høgna ov vítt ella ov neyvt. Tað tykist sum hevur flokkurin í drúgva tíð ikki havt orku til annað, enn at stríðast fyri rættindunum hjá teimum samkyndu, væl verið tað kortini, og so til nakað av tristum knarri andvegis uppskotum hjá Jørgeni & Co, sohvørt politiskt knái seyrvingurin varpar tey oman á Vaglið. Fiskivinnupolitikkurin, sum altíð hevur verið hitt sterkasta kortið hjá flokkinum, fóru valevnini longu at ivast sjónliga og stórliga um, undir valstríðnum í 2011, og man fótaði sær líkasum ikki aftur á hesum mótinum, og tað hevur Vilhelmsson sjálvandi gjørt sær dælt av. Ein vaksandi bági er eisini, at flokkurin ikki longur er til norðanfyri Hórisgøtu, avmannaður, bæði parlamentariskt og organisatoriskt. Er onkursvegna vorðin eitt metrosexuelt fyribrigi, við onkrum undantaki og glotta, eitt nú Sirið Stenberg, ein Bernadette Devlin týpa, sum rann upp sum runnur úr turrari jørð. Og man tað vera so galið blivið, at hendan frælsisfylkingin frá 1948 eisini er farin at trívast sum húsavørður í danska heimastýrinum?

Støðan og veljarakanningarnar gera greitt, at politiska landslagið í landinum eftir næsta løgtingsval verður fløktari enn nakrantíð at fáa greiði á. Sitandi samgonga kann ikki halda fram. Javnaðarflokkurin, sum nú er sambandskari enn Sambandsflokkurin, kann skipa samgongu við Sambandinum og onkrum hissini hjáputri frá smáu flokkunum. Fólkaflokkurin er tilsýnilátandi nakað skerdur og Tjóðveldisflokkurin hevur møguliga tveir kostir í at velja, og hvørgin teirra er mjúkur. Annaðhvørt fara teir í eina ultrasambandska samgongu saman við Javnaðarflokkinum og onkrum øðrum, ella satsar flokkurin uppá eina fullveldissamgongu saman við Fólkaflokkinum, sum ikki eigur glóðina av frælsisneista eftir í sínum politiska kroppi og høvdi. Í fyrra førinum doyr Tjóðveldi, og í hinum anir hann kanska víðari fram.

Vindarnir blása magnfullir inn ímóti politiska berginum, men tað drepur uppi undir Tinganesi. Orsøkin er stjórnmálsliga støða Føroya, sum hevur ment eina sjáldsama húsavarðatænastu á Vaglinum, sum yvirskipað er undirgivin donskum ásetingum, sum aftur hevur við sær eitt óneyðuga stórt dimensiónsbýti, sum er orsøkin til hetta rúgvismikla talið av flokkum, sum aftur er orsøkin til, at tað við tíðini gerst alsamt truplari at stjórna danska heimastýrinum Føroyar.

Einasti politiski heilivágurin er ein Republikk, har landið verður stjórnað samsvarandi egnum fyritreytum, vilja, tørvi og málum. Ikki fyrrenn politiska skipanin bara skal taka støðu til okkara egnu mál út- og inneftir, sum vanligur partur av heimssamfelagnum, fæst logikkur og rationalitetur aftur í høpið, helst við færri flokkum, tá vinstra-høgra ásin verður tað sum føroyskur politikkur fer at snúgva seg um í tjóðlaðingini av føroyska statinum.