Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Deyðatrygdin hjá Landsverki

2020-06-14 17:38

Í vikuni var landsverkfrøðingurin (stjórin á Landsverki) boðin í sjónvarpstovuna hjá Kringvarpinum at tosa um tunnilssýnsrapportina, sum Rambøll gjørdi fyri Landsverk seint í fjør. Og tað var ikki ein blíður maður, vit fingu at hoyra. Frá fyrsta sekundi loysti hann av, týðiligvís irriteraður inn á, at rapportin var nú komin í alment ljós. Verturin vísti á, at serfrøðin hjá Rambøll hevði givið einum strekki í Árnafjarðartunlinum eitt 3-tal, ið merkir, at økið má tryggjast, tí tað stendur til at leypa úr loftinum hvørja løtu.

Í lesarbrævi skrivar Myrna Jacobsen soleiðis:

“Landsverkfrøðingurin sigur, at hetta meir kann samanlíknast við t.d. at ein takrenna er farin á einum húsum, og hevur onki við sjálva konstruktiónina av húsinum at gera, altso at fyri tað um takrennan er farin, so er trygt at búgva í húsunum. Víðari sigur serfrøðin, at tað leysa grótið einans svarar til, at onkur sukurmoli drússar undan loftinum á tunlunum av og á. Og sum annars eisini er heilt vanligt fyribrygdi í øllum tunlum, leggur hann afturat. Tað verður eisini greitt og týðilga sagt av serfrøðini, at tunlarnir eru tryggir at koyra í.”

At andlitið úteftir hjá Landsverki skal vísa so lítið av samhuga og so nógva líkasælu er ræðandi. Hansara myndatala við at takrennan hevur einki við konstruktiónina at gera, er ein óerlig myndatala. Rapporturin frá Rambøll umtalar nemliga konstruktiónina (fjallið runt koyribreytina) og ráðgevur, hvat skal gerast um konstruktiónin ikki skal detta niður og vera til vanda fyri fólk.

Stjóri sigur seg vera serfrøðina, og sigur forhánisliga, at fólk áttu at gjørt sær ómak at hugt inn á heimasíðuna hjá Landsverki og sæð, at alt var har áðrenn. Eg havi vitjað síðuna, og tað er eyðsæð, at Landsverk nýtir Rambøll sum sína serfrøði og ger lítið við at kanna sjálvir. Umframt tað stendur bert skrivað í breiðum linjum um gomlu kanningarnar, men ikki tær nýggju. So ein fær rættiliga lítið av konktretari informatión við at vitja síðuna.

Innslagið hevur skapt nógva øsing og fingið fólk at skriva lesarabræv og gjørt skemt um tann illa mannin. At tillátursgera at tvey tons av gróti detta niður til at kalla tað dryss og sukurmolar er snøgt sagt ikki sømuligt. Og tá skulu vit leggja afturat, at Landsverk hevur vitað av, at tað fer at detta niður, í 13 ár (!!!), uttan at rætta hond frá síðu. Ei undur í, at fólk kenna seg niðurgjørd av avvarðandi myndugleika.

Undir ongum umstøðum eigur tað at bera til at kveistra burtur álvarsligar ávaringar frá serfrøðingum uttan so mikið at blunka. Slíkar rapportir eiga at fylgjast upp beinanvegin.

Deyðligu takrennunar

Men um landsverkfrøðingurin er so hugaligur at tosa um takrennur, so kunnu vit gott tað. Í tunnilsverðini vera hesar hesar takrennur/loftsrennur kallaðar fyri drenmáttur . Fyri okkum deyðuligu verða tær kallaðar tunnellspik. Tá ið vatn spakuliga lekur úr loftinum er tað vanligt at festa eina drenmáttu í allan veggin har vatnið rennur.

Tilfarið, ið verður brúkt, er gjørt út PE-plastikki (Polyethylene), m.a tí tað er lætt, tætt og kann boyggjast uttan at skrædna.

Norðmenn byrja at brúka PE-skúm í 1980, men gerast skjótt varugir við, at PE-skúm brennur við 300°C og gevur frá sær eina sera giftiga gass. Tí byrja teir longu í 1987 at innføra forboð fyri at nýta PE-skúm, sum ikki verður vart av einum lagi av betongi. Í 1993 verða allir teir gomlu tunlarnir sum nýta PE-skúm uttan betongverju, gjørdir. Frá 1997 og frameftir økjast krøvini enn meira til, hvussu PE-skúmið skal bjálvast. Støðan í dag er, at skúmið skal bjálvast við minst 8 cm av betongi, um tað skal vera trygt ímóti eldi. PE-skúm er so skaðiligt við eld, at norska Vegvesen longu í 2007 setti sær sum mál at finna nýtt tilfar ella loysnir at hava í staðin fyri PE-skúm.

Báðar orsøkirnar til at sleppa sær burtur frá PE-skúmi eru sera týdningamiklar. Tær eru: PE-skúm kann brenna; tað merkir at PE-skúmplátur gera, at eldur breiður seg nógv skjótari. Seinna er giftigheitin, í ger tað vandamikið fyri menniskju at vera nær við, tí enntá ein lítil eldur kann skjótt geva deyðilig mein.

Hvussu er so støðan í Føroyum? Úr rapportini hjá Rambøll í 2007 vita vit, at teir síggja at næstan allir tunlar í Føroyum brúka PE-skúm sum er óbjálvað, og mæla til at nakað verður gjørt við hetta vandamál.

“Generellt i alla tunnlar föreslås insprutning av befintliga dräner av extruderad polyetylen för att höja brandsäkerheten (Ref. 2). Dränmattor av extruderad polyetylen utvecklar en mycket giftig gas i händelse av brand. Dessa bör därför täckas med ca 60 mm fiberarmerad sprutbetong, Sprutbetongen skall dessutom ha en tillsats av PP-fibrer (polypropylen-fibrer) för att reducera risken för brandspridning genom att förhindra spjälkning i sprutbetongen.”


Í dag skriva vit 2020, og framvegis standa allir gomlu tunlarnir í Føroyum fullir við óbjálvaðum PE-skúmi, sum bæði kann brenna og geva frá sær deyðiligt gass. Hóast norðmenn fóru afturumaftur og tryggjaðu allar sínar gomlu tunlar fyri 27 árum síðan, er so einki hent í Føroyum. Vorðið sum trygd!

Ein skjót gjøgnumgongd av Tunlunum Norður um Fjall vísir, at hesar PE-skúmmátturnar eru í rúgvuvís nýttar, og ongar av teimum eru bjálvaðar við betongi.

Um ein byrjar at kanna trygdina, so skal man ikki kanna leingi fyri at finna álvarsligar manglar, sum ikki høvdu verið góðtiknir í nøkrum landi, sum vit samanbera okkum við. Tunlarnir høvdu snøgt sagt verið stongdir.

Góði landsverkfrøðingur, tak nú støðuna í álvara! Vís okkum ein virðiligan tóna, og snúgv tær ikki undan at siga sannleikan um tunlarnar Norður um Fjall. Teir eru lítið meir enn eitt hol inn í eitt fjall og lúka ongi trygdarkrøv.

Um stjórin í Landsverkð var at sær komin, so leyslat hann alt tilfarið, sum Rambøll hevur framleitt fyri Landsverk í sambandi við kanningarnar, ið Rambøll gjørdi í fjør. Men tað er kanska meira brandfarligt enn gott er.

Keldur v.m

KvF: "Rambøll: Árnafjarðartunnilin í ringum standi"
http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/06/11/20200611landsverkogtunlar

Lesarabræv, Myrna Lind Jacobsen:
https://www.facebook.com/myrna.jaocbsen/posts/10222794671321166

Lesarabræv, Ingrid Petersen:
http://lesarin.fo/sukurmolar.html

Plastbaserte materialer i vegtunneler:
https://www.vegvesen.no/fag/teknologi/tunneler/brannsikkerhet/plastbaserte-materialer

Landsverk um tunlar:
https://www.landsverk.fo/fo-fo/samfer%C3%B0sluaetlanin-2018-2030/trygt-fer%C3%B0slukervi-vi%C3%B0-skerdum-vi%C3%B0likahaldi/tunlar 

Norskir tunnilsstandardir:
https://www.vegvesen.no/fag/teknologi/tunneler/handboker