Depil til ung við serligum avbjóðingum

2012-10-03 20:22

 Fríggjadagin 28. septembur 2012, varð uppskot til løgtingslóg um at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni, til ung við serligum avbjóðingum, lagt fram í løgtinginum.

Tað er landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, sum leggur uppskotið fram.

Í stuttum er ætlanin, at depilin í Sandoynni bæði skal verða karmur um lokala virksemið hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn í Sandoynni og eitt landsumfevnandi tilboð, ið gevur øllum børnum og ungum í Føroyum við serligum avbjóðingum møguleika fyri at fáa umlætting í vikuskiftunum. 

Tað er at fegnast um at tær familjur í oynni, sum hava børn og ung við serligum avbjóðingum nú vónandi kunnu síggja fram til eina tryggari framtíð, har teirra ungu hava møguleika at fáa eitt nøktandi tilboð í Sandoynni, og soleiðis ikki koma at hava fyri neyðini at flyta av oynni fyri at leita sær tilboð.

Somuleiðis kunnu vit fegnast um, at í kjalarvørrinum av hesum ætlaða depli, eru nakrar fastar inntøkur frá útbúnum fólki, sum koma at hava jaliga ávirkan á inntøkurnar hjá kommununum í oynni.

Gleðiligt er at staðfesta, at politiskt arbeiði gevur úrslit. Nú er at vóna at uppskotið fær góða móttøku í Løgtinginum, bæði frá samgongu- og andstøðulimum.

Niðanfyri er leinkja viðløgd, sum vísir til lógaruppskotið.


Brandur Sandoy, løgtingslimur og borgarstjóri 

 

http://www.logting.fo/files/casestate/12763/022.12%20U.t.ll.%20um%20at%20byggja%20virknis-%20og%20umlattingar-depil%20i%20Sandoynni%20til%20born%20og%20ung%20vid%20serligum%20avbjodingum.pdf