Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Demokrati ella kleptokrati

2013-08-28 21:50

Nú er tað ikki ein spurningur um ein tunnil her ella har, um hann skal gerast av privatum ella av landinum. Nú er tað um sjálvt demokratiið og rættarsamfelagið. Um vit vilja eitt demokratiskt rættarsamfelag ella eitt korrupt plutokrati - ja kanska eitt kleptokrati.

Tað, sum Landsstýrið beint nú er í holtur við, er so burturúr vón og viti, at vit noyðast meira enn hálva øld aftur, fyri at finna nakað, sum líkist. Landsstýrið ætlar at seta Føroyar í eina støðu, sum bananrepublikkirnar - plutokratiini - í Suður- og Miðamerika, í Asia, Miðeystri og Afrika stríddi seg burturúr í fyrru øld.

Ein uppreistur fyri og annar eftir birtist, tí útlendskur stórkapitalur hóreiggjaði sær og rændi virðini, sum fólkið í hesum londum av røttum skuldu fingið gagn av. Vit hava hoyrt um United Fruit, sum hevði ræði á meginpartinum av jørðini í fleiri londum, ella oljumonopolfyritøkur sum Texaco og Castrol, ella ATT osfr.

Hesi konglomerat høvdu við mutri, valdi og snildum fingið sær størri vald enn tjóðartingini. Tey stóðu omanfyri nationala lóggávu. Umhvørvislógir, skattalógir, vinnulógir, arbeiðsumhvørvislógir og dómsvald fevndu ikki um hesar kapitalrisar. Nationalu lóggávutingini kundu samtykkja lógir, men tær vóru ikki galdandi fyri útlendsku stórfyritøkurnar. Og royndi onkur at broyta viðurskiftini, ja so gjørdu imperialistisku stórveldini innrás og statskvett, sum í Iran í 1953, Guatemala í 1954 og Chile í 1973 - fyri at nevna nøkur.

Allan barn- og ungdómin læs og hoyrdi eg um, hvussu lond stríddust fyri at koma burturúr hesum kleptokratisku høftum, sum bundu niður sosialan og vinnuligan framburð..

Og nú - hálva øld seinni - ætlar landsstýrið, at hetta skal verða støðan í Føroyum - ein útlendsk stórfyritøka skal fáa einkarrætt at gera, reka og eiga eina høvuðssamferðsluleið. Landsins lógir skulu ikki vera galdandi fyri hesar spekulantar. Stýrisskipanarlóg, umhvørvislóg, arbeiðaraverndarlóg, ferðslulóg, kommunulóg og skattalóg. Ongin av hesum skal galda fyri spekulantvinirnar hjá KKK - ikki Ku-Klux-Klan, men Kaj, Kaj og Kári. Løgtingið skal ikki kunna lóggeva um nakað hesum felag viðvíkjandi. Tað skal hava eksklusiv rættindi at spekulera í samferðslu í Føroyum. Og tá hava vit kleptokratiið Føroyar

Øll rætthugsandi mugu virki mótmæla hesi neyðtøku av demokratinum. Spurningurin er, um tað er nokk, at tey landsstýrisfólk, ið hava ábyrgd av hesum, verða víst durafjórðingin. Helst er tørvur á grundleggjandi broytingum - í hugburði og lóggávu - fyri at tryggja demokratii í Føroyum

í Havn 28/8-2013

Bergur P. Dam