Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Demensøkið

2012-10-18 01:05

Tórshavnar kommunu hevur seinastu árini víðkað og økt tilboð av ymiskum slagi til fólk við demenssjúkum. Men hugsa vit um, hvussu nógv fólk eru og verða rakt av hesum sjúkum, og at hesin bólkur við vissu fer at veksa í framtíðini, er langt á mál enn.

Eitt nú er stórur tørvur á umlættingarplássum við serligum atliti til fólk við demensi. Sum støðan er í dag, eru hesi fólk á røktar- og umlættingarheimum saman við øðrum eldri fólki, og tað er ikki eitt nøktandi tilboð fyri nakran teirra.

Tí mugu vit virka fyri at fáa eindir, har starvsfólkið hevur serkunnleika um demens, og fysisku karmarnir eru gjørdir eftir tørvinum hjá teim minnisveiku, soleiðis sum mælt verður til í álitinum: “Gloymsk, men ikki gloymd”.

Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virðini.

Verði eg vald tann 13. novembur, er hetta eitt av málunum, eg fari at virka fyri.

Sigrún Mohr, valevni á lista C.