Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Danskt CPR - lættari og skjótari fyri føroysk lesandi

2020-12-11 11:08

Útbúgvingarpolitikkur - 

Føroyingar, sum ætla sær til Danmarkar at lesa fáa skjótt møguleika at útvega sær eitt veruligt danskt CPR-nummar. Hetta fer at hava við sær møguleikar fyri lættari og skjótari at koma upp á pláss í Danmark við atgongd til týðandi skipanir sum Nem-ID, SU (statens uddannelsesstøtte) o.a. - hetta longu 2-3 vikur, áðrenn ein fer úr Føroyum til Danmarkar at lesa.

Eg vil fegin geva víðari mínar praktisku royndir sum lesandi at flyta til Danmarkar og síðan gerast borgari í landinum, og í hvørjum samanhangi eitt danskt CPR-nummar skal síggjast meira ítøkiliga. Eg flutti til Danmarkar at lesa í august í ár.

Viðmerkjast kann, at tilgongdin at koma upp á pláss, kann vera ymisk frá kommunu til kommunu í Danmark, eitt nú er í nøkrum smærri kommunum lættari at útvega bústað enn í øðrum størri kommunum.

Sambært uppskotinum frá landsstýrinum um Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven), verður m.a. nevnt í almennu viðmerkingum:

“Fólk, sum hava ætlan um at flyta til Danmarkar og fyrireika seg til tað, verða ofta spurd eftir einum CPR-nummari. Tað kann vera til at søkja um íbúð ella kollegium, at skriva børn upp til barnagarðspláss ella at søkja um danskan lestrarstuðul í Danmark.

Sama er, um mann ynskir at stovnseta sær eina peningastovnskontu ella ynskir at taka eitt lán í einum peningastovni. Fólk, sum keypa sær fastogn í Danmark, mugu eisini hava eitt CPR-nummar.

Nógvar skipanir í Danmark krevja, at mann hevur Nem-ID tøkt. Eitt nú um mann skal hava e-Boks at móttaka talgildan post frá donskum myndugleika ella skal rita inn á ymsar almennar heimasíður, eitt nú í onkrum førum innskriving á danskar lærustovnar. Somuleiðis er Nem-ID ofta krav fyri at sleppa inn á danska bankakontu á netinum ella, um so er, at mann vil skráseta eitt danskt telefonnummar.

Eisini krevja ymsar privatar bíleggingar- og gjaldsskipanir, at brúkarin hevur Nem-ID. Nem-ID fæst ikki, hevur mann ikki CPR-nummar.

Galdandi lóggáva um Det Centrale Personregister er ikki galdandi í Føroyum. Føroyingar fáa ikki tillutað CPR-nummar. Men í roynd og veru hevur ein rættuliga stórur partur av fólkinum fingið eitt CPR-nummar tillutað, tí tey hava búð í Danmark eitt skifti.” - talan er um eitt sokallað administrativt CPR-nummar.

Skipanin við at útgeva danskt CPR-nummar verður nú ætlandi broytt, soleiðis at frá 1. januar 2021 kunnu føroyingar útvega sær eitt veruligt danskt CPR-nummar, longu nakað áðrenn teir skulu flyta til Danmarkar at virka har í eitt styttri ella longri tíðarskeið, og soleiðis spara tíð og gera tað lættari og skjótari at koma upp á pláss í Danmark.

Áðrenn farið verður til Danmarkar

Við nýggju skipanini kann eisini leitast á heimasíðuni hjá viðkomandi kommunu um skjøl um innflyting. Hesi skulu prentast út og útfyllast, áðrenn ein kann gera innflyting. Hetta eru millum annað upplýsingar sum: navn, adressa, passnummar o.s.fr.

CPR-nummarið verður útvegað undir innferð ella “indrejse”, tá ein er komin til Danmarkar. CPR nummarið er týdningarmikið av tí, at flestu donsku almennu tænastur biðja um ella krevja CPR-nummar, herundir sjúkrakort, Nem-ID o.s.fr.

CPR-nummar og sjúkrakort

Fyri at fáa CPR-nummar er krav, at ein hevur bústað í Danmark og søkt verður soleiðis:

1. Tá ein ger innferð í Danmark og verður skrásettur búgvandi í kommununi, fær viðkomandi útvegað danskt CPR-nummar.

2. Hesar treytir skulu vera uppfyltar fyri at fáa CPR-nummar:

- Vera búgvandi í Danmark og tað merkir, at ein hevur eina leigukontrakt, sum er komin í gildi. Hetta skal prógvast við at vísa fram galdandi leigukontraktina

- Leigukontrakt, sum hevur eitt innflytingardato, sum ikki er nátt enn, er ikki gildug, og tá verður CPR-nummar ikki útskrivað

- Um tú ikki hevur undirskrivað kontraktina, og bara býr fyribils á einari adressu, t.d. hjá einum vini ella kenningi, skalt tú hava leigarin við tær, sum hevur undirskrivað kontraktina, so viðkomandi kann skriva undir ella vátta, at tú ert búgvandi á adressuni

- Um tú ikki hevur fingið íbúð, tá tú ert flutt/ur niður, og hevur funnið eina íbúð, sum er framleigað, er umráðandi at gera eina innanhýsis kontrakt við útleigarin av íbúðini, so tú kanst vísa hesa fram hjá kommununi. Dømi upp á standard leigukontraktir finnast m.a. á netinum

- Eisini er umráðandi at hava pass, koyrikort e.a. samleikaprógv

Um hesi krøv eru uppfylt, fært tú útskrivað danskt CPR-nummar og fyribils sjúkrakort. Tað formella sjúkrakortið verður borið í postkassan á adressuni, sum tú hevur upplýst í leigukontraktini. Tú kanst vænta sjúkrakortið í postkassanum eftir 7-10 dagar.

CPR-nummar og Nem-ID

Tá tú hevur fingið CPR-nummar, er næsta stig at søkja Nem-ID (Nem-ID kann ikki søkjast uttan CPR).

At hava í huga um Nem-ID, áðrenn ein søkir:

1. Tá ein skal fáa Nem-ID, er neyðugt, at CPR-nummarið og passnummarið eru knýtt saman.

2. G.G. Um passið hjá tær er útgingið ella gongur út skjótt, er eitt gott hugskot at bíða við at útskriva nýtt pass til tú ert komin til Danmark og hevur ognað tær CPR-nummar. Av hesum fært tú danska CPR-nummarið skrivað í passið, og hetta kann gera tað lættari og skjótari at søkja Nem-ID, SU etc.

At søkja:

1. Nem-ID kann søkjast á: https://www.nemid.nu/dk-en/

2. Tá ein hevur CPR-nummar og registrerað passnummar, kann ein útfylla allir teigarnir og søkja um nummarið uttan trupulleikar. Nem-ID og kota verða send seperat sum brøv og kunnu væntast umleið innan 5 arbeiðsdagar

3. Ein eingangskota verður send á upplýsta telefonnummarið og má goymast

4. Tá ein hevur fingið Nem-ID og er liðugur at seta tað upp (stigini standa í brævinum), er ein góð app at hava í huga “Nem-ID nøgleapp”, sum er sera fyrikomandi til fólk, sum brúka Nem-ID nógv

SU (statens uddannelsesstøtte)

Til lesandi, er Nem-ID altavgerandi fyri at søkja studning. Tó skal ein ikki stúra fyri, at tað tekur langa tíð at søkja, um so er, at CPR, Nem-ID osfr. er komið upp á pláss.

1. Seinasta freist fyri at søkja studning er ein mánað aftaná ein er “studieberettet”. Hetta er fyrsti studie-dagur. Dømið: um fyrsti studie-dagur er 1. sep. er seinasta freist at søkja SU 31. sep. - er fyrsti studie-dagur 15. aug. er seinasta freist at søkja SU 15. sep.

2. Studningur verður í hesum førum roknaður afturút. Hetta merkir, at viðkomandi fær studning afturút ella fyri fyri eitt tíðarkseið sum er farið, har ein hevur verið “studieberettet”, næsta SU-skeið.

3. SU verður søkt um á: https://www.su.dk/su/soeg-su-i-minsu/

Tá tú hevur søkt lestrarstuðul, SU:

1. Far á https://www.nemkonto.dk/da og skriva inn bankakontoina, har SU skal flytast á

2. Ring síðan til bankan, tú ynskir SU skal flytast til, og spyr um tey kunnu knýta netbankan og Nem-ID at hvørjum øðrum, so tín Nem-konto er galdandi.

3. Tá hetta er gjørt, verður møguligt at fáa SU flutt á kontoina.

Bústaðarstuðul

Tá ein leitar eftir íbúð, verður ofta upplýst á heimasíðuni hjá útleigarunum um boligstøtte kann fáast til íbúðina. Um hetta ber til kanst tú søkja boligstøtte á: https://www.borger.dk/bolig-og-flytning/Boligstoette-oversigt

Herskylda - danska verjan

Øll, sum fáa danskt CPR-nummar, hava skyldu til at gera tænastu í danska herinum - tó eru nøkur undantøk. Um ein føroyingur flytur til Danmarkar í lestrarørindum, kann ein søkja um frítøku ella undantøku. Tá mann fær skriv um herskyldu skal hetta gerast:

1. Skrivað e-mail til Umhvørvisstovuna fyri at útvega bústaðarupplýsingar, sum prógva, at ein hevur búð í Føroyum

2. Bústaðarprógv frá Umhvørvisstovuni sendast víðari til e-mailin hjá herinum, við frágreiðing um, at ein er í lestrarørindum í landinum

Lættari og skjótari at koma upp á pláss

Eftir verandi skipan ella lóggávu er ikki møguligt at útvega sær eitt veruligt danskt CPR-nummar (bara eitt sokallað administrativt cpr-nummar).

Sostatt kann tað taka rættuliga drúgva tíð at avgreiða øll tey viðurskifti, sum hava við sær, at ein kann virka sum vanligur borgari í Danmark og fyri tey lesandi. Typiskt hevur mann oftani verið noyddur av landinum, nakað áðrenn lesturin byrjar, fyri at avgreiða íbúð, CPR-nummar, Nem-ID o.a.

Við nýggju skipini, sum væntandi kemur í gildi 1. januar 2021, kunnu føroysk lesandi gleða seg til, at tað nú verður bæði lættari og skjótari at koma upp á pláss sum lesandi í Danmark.

Teitur Næss Nónfjall

lesandi á Aalborg Universitet