Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dansistovan í Sørvági!

2019-12-31 13:41

Tordis, Eron og Regin hava í VP eitt innlegg um dansistovuna í Sørvági.

Hesi halda at bygdarráðið í Sørvági er trilvandi og undansleppandi til eina loysn av dansistovuni. Men tey hava tíverri ikki nakað heilt konkret at seta ístaðin. Hettar er spell. Og ein savnan av undirskriftum yvir ársskifti, eigur at hava meira førning í sær. Førning sum vísir á eina meira konkreta loysn.

Bygdarráðið vil hinvegin ikki bindast til eina útreiðslu til ævigar tíðir í eini null loysn.

Báir partar hava sína grein. Men har er stórur opningur, so báðir partar mugu leggja meira til.

Dansistovan er í dag ein skemma í bygdini. Og her skal gerast nakað ! Tað eru øll samd um.

Tey skrivandi hava aktivt skipað fyri nógvum góðum fyri í bygdina. Sosum countrifestivalinum, sum brúkar dansistovuna hvørt summar. Og innan ítrótt við. Og tey síggja meira forðingar enn møguleikar í eini niðurríving av dansistovuni. Og hesi hava rætt til at verða tikin í álvara. Men hví vevja eina ítróttarhøll inn her. Her eru tvey heilt ymisk mál. So royni í fyrsta lagið, at halda hesi atskyld !

Bygdarráðið vil hava eina «Ground Zero» loysn fyri miðbygdina í Sørvági. Men tey skulka sær undan eini heildarloysn. Tíðin er ikki búgvin til nakað Ground Zero. Tí, um tú skal hava eina heildarloysn, so skal betongklossurin, sum húsar PE-handlinum eisini takast við. Hesin skemmir meira enn dansistovan. Og sosum dansistovan, so kann hesin ikki standa til ævigar tíðir.

Tann eina helvtin av dansistovuni, tað sum var biografsalurin, tekur nógv pláss og er kvalandi í gomlu bygdini. Hann hevur onki brúksvirði. Og kann líkaso gott takast niður.

Hin helvtin hevur brúksvirði, og kann saktans setast í høviligan stand, uttan at geva teim 7 í bygdarráðnum størri fíggjarkvalir.

Tá dansistovan bleiv bygd í 1968 var tað eitt mál, at foreldrini skuldu kunna sova trygt í vikuskiftinum. Tey ungu skuldu ikki fara úr bygdini til at halda sær at gleimi, men haldast innanfyri bygdarrammurnar.

Tíðir broytast støðugt. Og ringt er at spáða um eitt rák fleiri ár frammi í tíð. So verið eitt sindur sinnilig !

Lat okkum ríva niður biograf helvtina av dansistovuni. Og lat okkum seta tað betru helvtina í høviligan stand. Har er dansisalur, sum saktans kundi blivið til ein størri veitslusal, eisini. Køkur er har. Og í erva er rúmt høli. Tað hevur verið nýtt til minni veitslur og til fundarhøli fyrr. Hettar høli kann væl víðkast til alla hæddina og blíva til eitt heilt stásiligt høli við frálíkum útsýni. Trapparnar eru lívsfarligar. Men har kundu einar snotuligar útvendigar svingtrappur, á útsíðuni ímóti kirkjuni, gjørt tann munin sum skal til. Og tá panorama vindeyga blivu sett í, bæði yvir ímóti Dunga, og hinumegin ímóti kirkjuni, so fingu vit eitt fínt og attraktivt parnass. Til líkt og ólíkt. Mitt í bygdini. Við lívgan. Við vesturskini. Og til frøði fyri countrifólkini og fyri bygdarfólkið.

Fyrr var vanligt til brúðleyp og til veitslur, at fara út í gomlu dansistovuna ella oman í Gettapakkhúsið til dans. Tá borðhaldið var liðugt, skuldu menn hava meira pláss til at bretta armarnar. Og damurnar gleddust til musikk og til at svinga. Maturin skuldi sodnast. Og ein gongutúrur út í dansistovuna, og nakað av kaldari luft gjørdi bara gott. Alt gott um 07 Vestur húsið. Men tað hevur sínar avmarkingar. Kanska kundi tað so til størri veitslur, ella til størri tiltøk gjørt eina symbiosu, ein pardans, við eini snotuligari dansistovu. Tey liggja har lið um lið.

Tit trý. Tit hava gott flog. Og góðan vilja. Tað skal nokk berða langt. Men geri nú heimaarbeiðið liðugt. Og komi so til bygdarfólki aftur. Tit vera heilt víst væl móttikin.

Rúni Nolsøe