DANSIFRØI Í HAVN, evangelisk møtir


Kristiliga Tíðindatænastan v/poul jóhan djurhuus / gjaranes@gmail.com / Tlf: 228314

SKRIVAÐ: 05.03.2018

MYND: Frá møtinum sunnukvøldið

________________________________________________________________________________________

DANSIFRØI Í HAVN

- EVANGELISK MØTIR

    

Seinasta vikuskiftið, 2 - 4 mars, var nógv virksemi í Dansifrøi í Havn.


Fríggjakvøldið var barnamøti, har m.a. BUBI vitjaði við sínum stuttligu innsløgum. Leygardagin seinnapart var aftur barnamøti, og leygarkvøldið kl.19:30 var evangeliskt møti. Kl.10:00 leygarkvøldið var ungdómsmøti, og sunnukvøldið kl.18:00 var evangeliskt møti.


Tað vóru samkomurnar Ebenezer, Lívdin og Hebron, sum vóru felags um tiltøkini í Dansifrøi, sum er sera væl egnað til tílík átøk.


Á evangelisku møtunum leygarkvøldið og sunnukvøldið var skiftandi sangluttøka. Harmonikuliðið og MC Restorff luttóku leygarkvøldið, og Ebenezerkórið og Magni Christiansen luttóku sunnukvøldið. Poul Jóhan Djurhuus talaði bæði kvøldini.


Kristiliga Sjónvarpsstøðin IKTUS var á staðnum. Ø
ll møtini vórðu tikin upp, og verða send í nærmastu framtíð.


Hoyr tíðindainnslagið á R7.fo Leita: Kristiliga tíðindasendingin nr.63