Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 15 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Dagtilboð til tey yngru dementu

2016-09-13 05:47


Tørvur er á dagtilboði til yngri dement fólk, sum eru vorðin kastibløkur ímillum kommunurnar og Almannaverkið, eftir at eldraøkið var lagt yvir til kommunurnar. Eg havi lagt málið fyri býráðssamgonguna, so vit fáa hjálpt hesum borgarum

Tey yngru dementu – t.e. eru dement fólk undir pensjónsaldur – eru vorðin gíslar í einari ósemju millum Almannaverkið og kommunurnar, sum hava yvirtikið eldraøkið. Eg havi tí tikið stig til, at vit í Tórshavnar k ommunu hjálpa hesum borgarum í einum skiftistíðarskeiði til ósemjan er loyst.
Almannaverkið heldur uppá, at yngri dement fólk eru partur av eldraøkinum, og tí er talan um eitt kommunalt mál. Kommunurnar duga hinvegin ikki at síggja, at hesir borgarar eru fluttir undir kommunala umsiting, tí uppgávan hjá Almannaverkinum er júst at hjálpa fólki, sum verða rakt av varandi sjúku. Yngri dement eru einki undantak.
Meðan ósemjan stendur við, renna avarðandi aftur og fram ímillum kommunuumsitingar og Alamannaverkið, uttan at nakar hjálpir teimum. Eg mæli til, at vit í Tórshavnar kommunu geva hesum borgarum og teirra familjum ein virðiligan gerandisdag við einum dagtilboði í eini skiftistíð, meðan vit bíða eftir, at almennu myndugleikarnir og kommunurnar finna eina varandi loysn á málinum.
Í okkara framkomna samfelag eiga fólk ikki at koma í slíkar trongstøður, bara tí at skrivstovuveldið ikki finnur út av at arbeiða til frama fyri borgaran. Lat meg eisini undirstrika, at ætlanin við mínum uppskoti er ikki at skapa eina sovipúta, so málið ikki verður loyst. Ætlanin er fyrst og fremst at loysa nakrar neyðstaddar familjur úr einari knípu, meðan “paragraff-ryttararnir” finna vegin fram til endaligu loysnina.
Eg havi fingið greið tekin frá samgongulimum í Tórshavnar kommunu um, at samgongan vil bera uppskotið ígjøgnum býráðið. Í roynd og veru haldi eg, at tað sømir seg øllum býráðslimum at samtykkja uppskotið, tí støðan er ótolandi fyri tey yngru dementu og teirra avvarðandi.

Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin