Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dagstovnaøkið bløðir

2019-06-22 09:04

Børn skulu ikki bara ansast. Týdningarmesta tíðin í lívinum er, tá vit eru børn. Tað er tá grundarlagið fyri hvørji vit eru, hvussu vit klára okkum, og hvussu vit hava tað, verður skapt. Vit mugu gera okkum greitt, at tað besta fyri samfelagið er ikki ansingarstovnar men mennandi dagstovnar.

Fyri stuttum var eg á fundi við nøkrum ábyrgdarhavandi stavsfólkum á dagstovaøkinum. Tey søgdu mær, at fleiri leiðarar og starvsfólk siga seg úr starvi, tí tey ikki longur kunnu standa inni fyri, hvussu stovnarnir verða riknir. Tey upplivdu í stóran mun, at í síðstuni var arbeiðsuppgávan hjá leiðarum blivin at sløkkja eldar, heldur enn at arbeiða eftir bestu sannføring. Leiðarar, hjálparfólk og námsfrøðingar rópa ferð eftir ferð varskó. Men kommunur halda seg røkja sítt til fulnar, og landið heldur seg gera sítt. So hvar er trupulleikin? Óansæð, mugu loysnirnar finnast.

Fleiri fólk, meir virðing
Vit hava nýliga sæð ræðandi filmar úr Danmark, har støðan á dagstovnunum verður lýst. Um vit ikki skulu enda í sama óskili í Føroyum, so skal broyting til. Vit mangla í løtuni 500 námsfrøðingar. Hvat kunnu vit gera við tað? Fyri tað fyrsta ber ikki til at opna fleiri stovnar, tá teir, sum longu eru, ikki eru fullmannaðir. Fyri tað næsta mugu vit hava fleiri námsfrøðingar í útbúgving, og teir, sum eru, skulu støðast. Kommuna og land sum arbeiðsgevarar og ábyrgdarhavarar eiga at syrgja fyri hesum.

Ansing ella menning?
At vera um okkara børn og veiku er eitt tað týdningarmesta starvið í okkara samfelag. Vit samanlíkna ofta námsfrøðingar við fólkaskúlalærarar og sjúkrarøktarfrøðingar. Men høvdu vit nakrantíð strembað eftir bert at hava 2/3 av útbúnum fólki á skúlum ella sjúkrahúsum? Allarhelst ikki. Tað er støðan á dagstovnunum í dag. Harumframt hava námsfrøðingar ikki rætt til ókeypis eftirútbúgving ella lønarhækkan eftir hesa útbúgving eins og t.d. fólkaskúlalærarar hava. Tað skapar ein tignarligan mun millum yrkini. Tað má broytast.

Hvat samfelag ynskja vit?
Tað er eyðsæð, at ynskiligt er, at starvsfólk, foreldur og børn liva í tryggleika og hava eitt innihaldsríkt lív. Tað er ikki at virða fólk, tá mann gevur eini yrkisgrein so vánaligar arbeiðsumstøður, at tey ikki klára at røkja eitt fulltíðarstarv. Tað er eitt tekin um, at arbeiðsbyrðan má eftirmetast, og at fleiri heitar hendur mugu taka sær av okkara lítlu børnum.

Politiskt má dagstovnalógin endurskoðast. Vit skulu hava minimumsnormeringar og almenna lønartalvu. Hetta umframt, at námsfrøðingar skulu hava rætt til ískoytis- og eftirútbúgving. Starvsfólkið á dagstovunum skal virðast, børnini og teirra menning skal virðast.

Ingilín Didriksen Strøm,
løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin