Fá samband við meg:
Bústaður: Maritugøta 30
Bygd: 188 Hoyvík
T-postur: kwp@globi.fo
Fartelefon: 59 60 62
Leinki á Facebook: www.facebook.com/kristianna.w.poulsen
Leinki á heimasíðu: www.j.fo/Kristianna

DAGFØRA UMSTØÐURNAR HJÁ LISTAFÓLKI

2020-10-12 10:56

Uttan tey mongu dugnaligu listafólkini var illa statt í høvuðsstaðnum.

Umstøðurnar hjá listafólki at arbeiða við tí, sum tey duga allarbest, eru ikki nóg góðar, og hetta skulu vit gera betur.

· Listafólk skulu hava betri høli at venja og arbeiða í, so at tey kunnu brúka teirra orku uppá teirra arbeiði, og ikki uppá at knossast við at sleipa útgerð millum støð, sum tey av náði hava fingið atgongd til eina løtu.

· Høvuðsstaðurin skal hava betri møguleikar fyri, at listafólk kunnu søkja um fíggjarligan styrk til at virka fyri.

Nógv tey flestu listafólkini í Føroyum búgva í høvuðsstaðarkommununi. Tað er her, tey velja at liva og virka, og tí kunnu vit hvønn dag njóta ágóðan av teirra strevi. Og tær nógvu upplivingarnar, sum listafólk geva okkum, er úrslit av hørðum og miðvísum arbeiði. Leikirnir, tónleikurin, myndirnar, orðini – alt hetta ríkidømi verður ikki skapt burturúr ongum, og uttan listafólkini, sum liva og virka í kommununi, var høvuðsstaðurin langt frá so livandi, sum hann er nú.

Eg vil arbeiða fyri betri umstøðum fyri okkara listafólk, tí hetta økið treingist til at dagførast. Og sjálvandi skal okkara høvuðsstaður vera við í hesum arbeiði.

Kristianna Winther Poulsen, valevni til býráðsvalið á lista C