Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Cruise Vinnan, Føroyar, Orkney og Føroya Bjór

2019-02-19 11:50

Tað hevur verið nakað av skriving um cruise vinnuna her á landi eftir at Visitfaroes metir vit skulu minka um hesa vinnu og verða selektivir hvørji skip skulu sleppa hendavegin.

Sjálvur havi eg í nogv ár virkað sum “Port Agent” fyri cruise reiðaríðir. Tað er min uppgáva at taka mær av øllum tí praktiska í sambandi við vitjanina og at fáa skipið tryggt til bryggju og avgreiða skipið. Tá ferðafólkið fer í land eru tað in coming feløg sum taka sær av hesum partinum.

Vit hava eina sera vælvirkandi móttøkuskipan fyri cruise skipum : Góðar kompetentar loðsar, skjóta og góða avgreiðslu av politi og tollarum, góðar og skjótar veitingar úr landi, og eitt sera vælvirkandi sjúkrahús og skaðastovu sum hevur hjálpt og eisini bjargað ferðafólki tá staðið hevur um lív Hesi fólk, sum hava læknahjálp fyri neyðuni, eru yvirhøvur væl tryggjaði og verður rindað fyri hjálpina.

Føroyingurin er blíður, og tá cruise skip eru inn møtir tu allastaðni fryntiligum og fyrikomandi starvsfolki og við góðum kunnleika til enskt. Eg vil siga at henda okkara móttøkuskipan í Tórshavn, Runavík og Klaksvik er millum tær bestu í Skandinavien.

Eg havi altíð hildið tað verið ein stuttleiki at fara umborð á eitt nýtt ferðamannaskip, inn í ein nýggjan exotiskan, fremmindan heim við fleiri túsund fólkum, tú hittir nýggj fólk, nýggjar møgulleikar og nýggj sambond, ein mentanar samanføring og sum mennir okkum øll sum hava við cruise vinnuna at gera.

Og so kemur spurningurin, hvat fáa vit so peningaliga burturúr cruiseskipunum, hesi sløk 60.000 ferðafólkunum? Tíðanverri ikki serliga nógv; eg hoyrdi eitt tal uppa kr 60,- ! i meðal per ferðafólk og kanska einar 15 mio við øllum (havnagjøld, bussar, veitingar, søla osfrs). Hetta er alt ov lítið og kortini ikki so løgið tí lítið verður gjørt fyri at menna søluna. Aftaná Sept 11 komu harraboð at allar havnir í Føroyum skuldu girðast inni av trygdarávum.

Um vit tóku hesar girðingar burtur og lótu sølubúðir upp á bryggjuøkinum var hetta ein byrjan. Tá eitt ferðamannaskip kemur til bryggju standa bussar fyri teimum sum hava keypt eina utferð og so verður koyrt til Kirkjubø, Kvívík, Saksun osfrs., og har lítil og ongin støðgur er og so verður farið umborð aftur og avstað, skipini liggja yvirhøvur stutt frá kl 09.00 til 16.00. Vit hava eina vaksandi gastronomiska vinnu, men lítið av cruise ferðafólkunum fáa høvið at njóta hana. Í Danmark verður mett at ein gastroferðakvinna/maður í meðal nýtir kr 1.500,- !

Eg havi verið nógv í Orkney. Tey fáa eini 150 ferðamannaskip um árið og fáa sera nógv burturur vinnuni. Tá eitt skip kemur á Kirkwall fara umboð fyri ferðamanna og handilsvinnuna umborð til “Meeting and Greeting” og kunna um handlar og sølu og møgulleikar og so fara okeypis bussar við folki til handils. Eisini hevur Orkney sera nogv fornminni sum eru nogv vitjaði. Tað verður sagt at handlar við second hand klæðum hava sera stóra sølu til filipinsku manningarnar sum ikki eru serliga væl lønt ! Tey keypa klæðir og posta tey beinanvegin heim. Orkney ger nógv við guidarnar og hevur ókeypis guide skúla um vetrarnar.

Orkney hevur kend Whisky merkir sum Highand Park og Scapa og tað eru nogv sum støkka inn a golvið hja hesum kendu feløgum og flestu keypa eina fløsku av hesum heimskendu merkjum við sær. Koma ferðafolk inn a Føroya Bjor i Klaksvik og siggja forkunnugu gin og akvavitframleiðsluna, sleppa tey ikki at keypa eina fløsku, men mugu fara i Rúsuna! tað eru slikir fótonglar her a landi sum mugu fáas burtur.

Cruise tíðín i Orkney er April til Sept og aftaná vælskipaði og samskipaði tiltøk hevur Orkniska samfelagið eina inntøku uppá slakar 70 Mio!! So, tað er stórur munur á hvussu litla Orkney við 23.000 íbugvarum fær so nogv meira burturur enn vit gera og eru hópin meira professionel ogsamskipaði og kommercielt focuseraði enn vit eru. Visitfaroes og Visittorshavn kundu lært nogv av Orkney um tey leggja í.

So er tað baksíðan av medaljuni! Cruise skipini hava stórt co2 útlát og eisini aðra maritima dálking og við sliti á náttúruna. Er tað hetta vit vilja ? Time will tell, okkara náttúra skal verjast og nátturuvernd eigur og skal ganga fram um kommerciell áhugamál.

Johan Mortensen