Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Cpr.-nummarið: Praktisk loysn heldur enn ideologiskt stríð

Sambandsflokkurin brúkar nú cpr.-nummarið sum jarnbrot fyri at kveikja lív í loysing/samband-keglið. Men ein smidlig loysn liggur á borðinum

Sjúrður Skaale

Hvat skal mann gera fyri at øsa tjóðveldisfólk? Jú, hví ikki skjóta upp at geva øllum føroyskum nýføðingum danskt persónsnummar? Tað man fara at fáa øði í grindina.

Og tað er júst tað, sum formaður Sambandsfloksins nú roynir. Bárður Nielsen mælir til, at føroyingar – frá føðing – skulu fáa eitt danskt cpr-nummar afturat føroyska p-talinum, og hevur sett ríkisumboðnum spurning um málið.

Eg skilji væl, at Sambandsflokkurin roynir at kveikja lív í eitt stríð við tjóðveldisfólk. Tað er jú tí, flokkurin livir av.

Vit VITA, at Tjóðveldi aldrin gongur við til, at øll skulu hava danskt cpr.nr. við føðing. So við at mæla til júst ta loysnina, kann mann strika vøllin upp til næstu rundu í tí evindaliga boksikampinum millum loysing og samand, har annar rópar JA og hin rópar NEI. Hesin boksikampurin gagnar kanska nevndu flokkum – men eingin annar fær nakað burturúr.

Loysnir heldur enn stríð

Tað, fólk fáa gagn av, er at vit finna tær praktisku loysnirnar heldur enn at dyrka tað ideologiska stríðið. Og tað er tað, Javnaðarflokkurin ger – eisini í hesum máli.

Tað er rætt, at manglandi cpr-nummarið hevur skapt trupulleikar fyri nógvar føroyingar í nógv ár. Tí hesi fýra tølini aftaná føðingardagin eru sjálvur lykilin til at kalla allar tænastur og veitingar í Danmark. Mann kann snøgt sagt onki uttan hesi tølini.

Serliga eru tað føroyskir sjúklingar og føroysk lesandi sum hava havt nógv stríð, tá ið tey eru farin til Danmarkar til viðgerð ella lesnað.

Hjá sjúklingum, sum javnan skuldu til Danmarkar til viðgerðar, hevur verið ilt at fáa yvirlit yvir, hvørja viðgerð tey høvdu fingið, tí atgongdin til journalirnar var knýtt at cpr-nummarinum.

Eg havi sum fólkatingsmaður fingið ótaldar áheitanir um hetta, og havi eisini, saman við nógvum góðum kreftum – Ráðgevingin í Keypmannahavn, Sendistovuni, sjúkrahúsverkinum, og myndugleikum í báðum londum – arbeitt miðvíst við at fáa málið loyst. Øll hava havt fokus loysnina – ikki á trupulleikan.

Og nú er hetta torgreidda málið at kalla er loyst. Sonevnd “umsitingarlig cpr. nr.” verða útfýggjað teimum, hava tørv á teimum.

Loysn á borðinum

Einstakir steinar eru kortini eftir á vegnum. Til dømis hava føroyskir læknar uttan cpr-nummar ikki atgongd til donsku journalskipanina. Og tað ger tað sjálvsagt tvørligt at seta seg inn í, hvørjar viðgerðir eru framdar í Danmark. Men hesum trupulleikanum arbeiða føroyskir myndugleikar við. Landsstýriskvinnan hevur so seint sum í mai sagt, at samskift verður um hetta á hægsta stigi.

Eisini kann vera tvørligt hjá føroyskum lesandi at fyrireika seg til at fara undir lesnað í Danmark, tí tað ikki ber til at fáa útflýggjað NemID í Føroyum. Mann skal møta upp á einari danskari kommunuskrivstovu.

Men danir hava boðað bæði føroyskum myndugleikum og mær frá, at til ber at loysa hetta við at gera nakrar einfaldar, tekniskar broytingar í NemID-skipanini. Verður hetta sett í verk, so fer til dømis at bera til at fara á sína føroysku kommunuskrivstovu at bíleggja NemID. Og so kann tann lesandi – ella einhvør annar føroyingur – søkja lestrarstuðul, skifta kommunu, stovna telefonhald og tryggja børnunum atgongd til stovn í Danmark. Alt í góðari tíð og uttan at møta upp í Danmark fyrst.

Málið er ikki í mínum hondum nú, men liggur m.a. hjá heilsumálaráðnum. Er politiskur vilji kann tað loysast skjótt og smidliga. Og eg kann ikki ímynda mær annað enn, at landsstýrið hevur henda vilja. Tað snýr seg jú um at loysa nakrar praktiskar trupulleikar fyri okkara borgarar. At nakar í landsstýrinum letur ideologisk atlit skugga fyri hesum, er óhugsandi.

Tá alt er komið í rættlag henda tvey ting: Fyri tað fyrsta verður gerandisdagurin lættari hjá nógvum. Tað verður gott. Fyri tað annað verður Sambandsfloksins krav um, at danska cpr-nummarið skal inn á føroyskar føðistovur meiningsleyst. Tað verður keðiligt hjá Bárði & Co. – men tey skulu nokk finna okkurt annað at kynda upp við :)