Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Covid og vit

2021-12-21 11:20

Hervilig krímsjúka gekk í Sørvági í 1899, og funnist var at mynduleikunum tí teir einki gjørdu við hetta.

Í 1900 hevði hendan “ landfarasóttin” breitt seg til Sandavág, og Yvirheilsunevndin avgjørdi tá, at tað almenna skuldi gjalda tað sum neyðugt var fyri viðgerðina.

Í Sandavági vóru uml. 20 hús rakt, og næstan 50 fólk høvdu sjúkuna. 2 vóru deyð.

Í apríl mánaða 1901, kom sluppin Ternan á havnina og skiparin var innlagdur við gastriskum febri.

Manningin gekk runt í býnum sum teir høvdu hug til, og fólk í havn vóru misnøgd við at eingi trygdartiltøk vóru sett í verk. Men brádliga kunngjørdi amtslæknin at forboð var sett fyri almennum dansi í havn, tí at hesin skiparin var smittaður við onkrum.

Tað var kalla lanfarasótt. Um heysti 1901 fór skarlagsfebur at ganga í vágum. Í okt. mánaða fekk yvirheilsunevndin boð um, at 15 fólk í Gásadali vóru sjúk, og almenn viðgerð var framd har í bygdini.Nakrar dagar seinni vóru 2 fólk í Sørvági smitta, og tí var øll vágoyggin sett í viðgerð.Hildi var at smittan kom úr Íslandi.

Skarlaksfeburin breiddi seg skjótt til havnar, og tey flestu smittaðu vóru flutt í Sersjanhúsini at verða, skúlar vóru afturlætnir og dansur og onnur tiltøk, vóru ikki loyvd.Fuglaframi hevði tað viðmerking at tað kanska var skeivt at forða fólki í at fáa smittuna tí hesa sjúkuna fekk men bert tað einu ferðina.

Tað fyrsta man veit um influenzu í Føroyum er í 1828. Tá var uppboðssøla hildin í Saksun yvir einum vrak av einum skipi, sum var komið úr Kanada.Sjúkan breiddi seg haðani, og hon var hervilig.

Meginpartin av einari øld var hetta kalla Saksunarsjúkan. Lækin Jørgensen segði at krím var nakað heilt annað enn innfluenza. Innfluenza kom higar úr øðrum londum, men krím var rótføroyskt.

Á sumri 1902 gingu meslingar í Leirvík og Norðragøtu fyri fyrstu ferð í 56 ár. Teir breiddu seg til Syðrugøtu, og forstandaraskapið gjørdi at forða fyri smittuspjaðingini við at sperra hús av. Teir bygdu ein verjugarð úr plankum og fjalum, um húsini har smittan var,- og tey sum høvdu havt meslingar fyrr rættu teimum mat gjøgnum eina lúku í gyrðingini. Einki hjálpti, og smittan breiddi seg til alla Syðrugøtu.

Í august 1902, var ein av manningini av farmaskipinum Ripa, innlagdur á sjúkrahúsið í havn.

Tað var staðfest at hann hevði koppasjúku.

Tiltøk vóru beinanvegin sett í verk og veitslur, dansur, brúdleyp o.a var forboði.

Í bløðunum var funnist at, at kirkjugong framvegis var loyvd, tí smittuvandin har var líka stórur sum aðrastaðnis har fólk savnaðust.

5 Fólk vóru smittaði næstu dagarnar, og hetta vóru øll fólk við tilknýti til sjúkrahúsið.

Farið var undir at koppseta fólk, men tað var ov lítið av vaksinu í landinum.

Verjuskipið Beskytteren var sent til Hetlands, og haðani var fjarrit sent til Keypmannahavnar har biði var um 2 læknar og 2 sjúkrasystrar umframt vaksinu.

Gamli kommunuskúlin í Havn, var innrættaður til lasarett.

Nakrar dagar seinni kom Beskytteren aftur við 2 læknum, 2 sjúkrasystrum og vaksinu til 2000 fólk.

Í Danmark høvdu 20 læknar boðið seg til at fara til Føroya at hjálpa.

Læknarnir og sjúkrasystrarnar fóru við tokið frá Danmark til Týsklands, síðani til Onglands har Beskytteren heintaði tey í Leith. Í Miðvági var gjørt eitt fyrbils sjúkrahús, og í havn var farið undir at koppseta fólk í skúlunum.Tingið var saman hesa tíðina, men løgtingsmonnum dámdi lítið at verða í havn, nú koppasjúkan var farin at ganga. Læknarnir fingu tó sissa teir, men teir máttu allir stilla upp á rað í kommunuskúlanum, har teir vóru vaksineraðir.

So kanska er ikki so nógv nýtt undir sólini.

Keldur: Tingakrossur, Dimma og tilburðir í okkara øld.

Jákup Olsen