Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Coronalóg Hoyringspartur Føroya landsstýrið

2020-11-11 18:07

Hoyringspartur Føroya landsstýrið um donsku epidemilógina Sagsnr.: 2007933. Lov om epidemier m.v. (epidemiloven)

Vit vilja mótmæla at Føroya Landsstýrið ikki vil senda eitt hoyringskriv, freist 13/11-2020, til donsku myndugleikarnar um epidemiloven

Tá vit gera lógir sum ávirka ymsar bólkar í samfelagnum, verða hesir bólkar vanliga bjóðaðir til hoyringar. Og bert bólkar/gruppur ið lógirnar ávirka verða boðin við. Í Danmark er man í gongd við nyggju epidemilógina. Lógin umhandlar meira enn corona/covid-19 sum er aktuelt í løtuni. Danska fólkatingið hevur bjoða sera nógvum "høringspartnerne" og fara tey allarhelst øll at geva eitt svar/seta spurningar. Frá Føroyum er fútin, landslæknin (danskir embætismenn) og landsstýrið boði við.

MEN! Okkara landsstýrið ætlar sær als ikki at møta upp, ella yvirhøvur at senda eitt skriv ella gera nakað. Grundin er at hettar er ein "ríkislóg" og hevur onki við Føroyar at gera. Vit vilja ikki hava hesa lóg og halda at tað er okkara plikt at ávara ímóti henni.

Um hendan ríkislóg verður sett í gildi fyri okkum, fer tað at geva fútanum, landslæknanum og donskum myndugleikum víðar heimildir at halda fólkum aftur, uttan dóm og lógir.

Onkur sigur at ein ríkislóg kann ikki setast í gildi í Føroyum uttan samtykt á Løgtingi. Men Danmark kann saktans seta ríkislógir í gildi uttan um Løgtingið. Føroyar vórðu innlimaðar í NATO í 1952 uttan at Løgtingið bleiv eftirspurt. Ríkisumboðið kunngjørdi bara, at soleiðis bleiv tað. Trygdar- og verjumál og epidemilógin eru ikki yvirtikin. Tað er neyvan nakar sum ivast í um hvussu álvarligt Danska stjørnin tekur hettar, og at tey vilja lumpa hetta yvir okkum.

Trygdar- og verjumál eru heldur ikki yvirtikin.Tað er eisini eitt politist/juridist hugtak "Rigets sikkerhed". Tá talan er um rigets sikkerhed, verða vit ikki spurd eftir í Føroyum ella Grønlandi. Tað hava vit fingið at vita, so seint sum í ár, frá okkara egna løgmanni, á tingsins røðarapalli.



420Hampafólk