Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Chesterfield - hosur og sjampo

Pensiónsnýskipanin minnir meg eitt sindur um jólapakkarnar til sjófólk, uttan at eg undirmeti týdningin av jólapakkunum.

Komi aftur til hetta seinni.

Men skulu allir pensionistar hava eina mánaðarliga veiting – og skal kjakið verða á støðinum hjá formanninum í Sambandsflokkinum og smálutum, heldur enn neyðugum hægri støði?

Sum arbeiðsfólk gjalda vit skatt í felagskassa til skúlar, sjúkrahús, røktarheim, vegir, pensión og annað.

Frá vøggu í grøv er øgiliga ymiskt, hvussu vit fáa úr felagskassa, ella hvussu vit gera nýtslu av almennu tilboðunum, sum eru í felagskassa.

Summi hava fleiri børn at koyra gjøgnum skipanir, onnur hava fá ella eingi børn.

Summi hava afturvendandi heilsutrupuleikar, meðan onnur lítlar og ongar vitjanir hava í heilsuverkinum.

Summi nýta vegakervið, ítróttar- og svimjihallir, kvøldskúla og so framvegis, onnur lítið og einki.

Og soleiðis kunnu vit halda áfram og vísa á, hvussu ymiskt vit nýta kassan.

Eisini er ymiskt, hvussu vit rinda í kassan, ikki bara við atliti til lønarmun, men eisini við atliti til skattaskipanir, frádráttarskipanir, hjúnarstøðu o.a.

Men tá vit gerast 67, skal bráddliga alt verða nærum líka. Uttan mun til ríkan ella fátækan og uttan mun til yvirflóð ella hungursmark. Og hví tað?

Pensiónsskipanin er frá tí tíðini, tá eftir-lønar-aldur, sum orðið sigur tað, var aldur uttan løn. Og tí mátti eitthvørt alment stáplast upp á beinini, sum tryggjaði hesum aldursbólki livilig kor.

Síðani er nógv vatn runnið í ánni og almenn hjálp til livilig kor, i fleiri førum, søga.

Tí arbeiðspláss, fólk og fakfeløg sjálvi tryggja eftirlønaraldur.

Tí tað hava verið sera góðar tíðir og møguleikar hjá fólki at spart upp, sum heild.

Eins og ríkidømi frá undanfarna ættarliði leggur afturat og í fleiri førum telur rúgvismikið, sum arvur.

Tí verður ein partur av fólkinum væl fyri.

Henda lýsing av fíggjarstøðuni hjá komandi pensionistum, bólkað sum betri og verri og henda kunning og kjak um veruliga tørvin, hevur ikki verið í almenna rúminum.

Hinvegin verður næstan bara tosað um hvussu hesi almennu pensiónsgjøld ávirka búskapin og búskaparliga haldførið, og orð sum grundløn, samhaldsfasti, skattur, mótrokning, fyritíðarpensión og útsett pensión verða søgd aftur og aftur, og so tekniskt, at fjøldin møguliga missir tráðin, missir orienteringina og tekur frástøðu frá evninum.

Ella tá onkur hissini afturmelding hoyrist úr almenna rúminum, er tað frá pensionistunum ella teim á gáttini til tað tíðarskeiðið. Einki galið við tí, men hvat við øllum hinum, sum verða pensionistar um eini tíggju tjúgu ár, -hava øll hesi somu áskoðan, ynskja tey almennar veitingar, ella ynskja tey at megna henda partin sjálvi?

Soleiðis, at meira verður til teirra sum veruliga hava tørvin, eins og til annan øktan tørv, sum heilt víst fer at vísa seg innan heilsuverk og eldrarøkt?

Eiga vit ikki at taka hetta lívsneyðuga kjakið haldførinum á pensiónini viðvíkjandi?

Ella skulu vit gera sum vit altíð hava gjørt - geva jólapakkar til allar sjómenn?

Ivist ikki í, at rokskiparin í chesterfieldsofuni gleðist um shampoodunkin og hosurnar jólaaftan. Ella meira um tankan, fyri heilsuna, fyri kvinnuna ‘aftanfyri sloyfuna’ og fyri kensluna av at hoyra til.

Men í hesum pensiónshøpi verður tankin, heilsanin og strembanin eftir at ganga øllum á møti, ov dýr.

Og kann koma okkum aftur um brekku, tá heilsuverk og eldrarøkt fara at banka uppá í nógv størri pengaskala enn nú.

Haldi útmeldingina hjá formanninum í Sambandsflokkinum vera púra burturvið og heilt uttan ábyrgd fyri landi og fólki – tá hansara sjóneyka og grannskoðarabrillur stilla seg inn á kjakið um grundløn, mótvegis samhaldsfasta og hvørt tað skal eita tað eina ella tað annað.

Heldur enn at lyfta kjakið upp á neyðuga støðið, sum vísir ábyrgd fram í tíðina og til 2025, tá 30% fleiri verða yvir áttati, eins og nógv færri skattagjaldarar.

Alt annað tos, ella uttanumtos, er fullkomuliga ábyrgdarleyst!

Við vón um heildarviðgerð og djúpri kjak um evnið.

Bergun Kass, býráðslimur.