Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Carpe diem undir Tangafirði

2013-08-30 21:46

Tangafjarðartunnilin hevur verið á breddanum í samfelagskjakinum og á politiska pallinum í áravís, hann hevur flotið í politiska sævarmálanum alt eftir sum sjóvarfallið hevur verið, og ongantíð hevur løtan verið lagaligari enn nú, ella rættari momentum er nú, skal undirsjóvarsmogan gerast veruleiki. Borgarin og serfrøðin og diverse tvørpolitiskar fraktiónir eru samd um, at hetta er einasta infrastruktuella cash-kúgvin sum finst í landinum og fyrimunirnir eru eyðsýndir, 2/3 av íbúgvum landsins búleikast báðu megin við munnarnar, og tað krevst ongin vísind fyri at framrokna samfelagsvinningin, nógmikið er at skoða menningina í Føroyum síðani Mikkjal Helmsdal og hansara valalið fór undir at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið umvegis undirstøðukervið. Hvussu mangar milliardir krónur ið eru brúktar í dagsvirði til berghol, vegir og havnarløg, hesi árini síðan stríðsárini seinru, er ilt at meta um, men 100 milliardir forsláa ikki, og hví skuldi einasta inntøkukúgvin í undirstøðu, á eina góða milliard í íløgukostnaði, tá verið ein trupulleiki hjá teimum almennu Føroyum?

Landsstýrismaðurin í innlendismálum tók á hesum sinni málið uppaftur, og tað var sum at festa eld í gamalt hoyggj, kropp av kroppi ganga nú øll fram á rað við sínum hugskotum um hvussu hetta átrokandi mál skal fremjast, ongin ivast yvirhøvur í um málið skal loysast, og úrslitið er, at fleiri uppskot nú liggja í rættarnevnd løgtingsins, og hartil er okkurt ávegis.

Realpolitiski trupulleikin í verandi stund er bara, at onki av uppskotunum tykist eiga ein meiriluta á tingi. Klossuta handteringin hjá landsstýrismanninum av málinum hevur forkomið privatu CIP-verkætlanini, ætlar ein politikari at fremja eitt mál, skal hann krúpa burtur frá hesum sjálvur, og lata málið, og ikki seg sjálvan, vera fokuspunktið, og totalt misskilta valdsarrogansan og embætishoveranin, ið nú rýkur frá departementstjóranum í Innlendismálaráðnum, sum í samrøðu rør framundir, at politiska skipanin í landinum er ein forðing fyri hansara stóru ætlanum, punkteraði ætlanina endaliga. Tragikomiska og pútudevilska ætlanin hjá løgmanni, at tøma nationalbankan niður í tvær undirsjóvarsmogur, fyri at flyta marginalarnar yvir á sína hálvu, munaði munandi tann skeiva vegin. Her vendist ikki aftur. Táið ætlaði undirritingarfundurin í Løkshøll hin 27. juni, vælsmurdur av Kristinu Bærendsen og Beini Troest, gjørdist partapolitiska momentum´ið, drívmegin, heldur enn Tangafjarðartunnilin, tá brast í grundini longu alt málið í ministeriella føvningi landsstýrismansins. Í eini metamorfosu var cash-kúgvin nú vorðin ein ætlað atkvøðukúgv.

Hvat ið politiska skipanin heldur til í løtuni er ilt at vita, niðurbræðingin i samgonguni er eyðsýnd, tað bløðir úr skeinunum, men hyggja vit isolerað at Tangafjarðartunlinum, sum tey flestu halda er ein skilagóð íløga, leik og lærd, so eru nú áneyðir á einum PlanB í mun til verandi og komandi uppskot, sum ikki eiga nóg dygga undirtøku í politisku skipanini.

Frábyrgja vit Tangafjarðartunnilin frá øðrum undirstøðuverkætlanum, so er ongin ivingur um, at uppskotið hjá Poul Michelsen er tað frægasta ímillum teirra, sum rættarnevndin nú er í holt við at viðgera. Tað er mest kleana uppskotið, tí har hongur ongin politiskur tíansheldur partapolitiskur taraskógur og fløkist um beinini á málinum. Politisk fáfongd forðar kortini helst fyri, at tað kann samtykkjast, men alternativið er, at tingmenn úr øllum flokkum gera eitt uppskot sum líkist hesum, og at teir allir eru uppskotsstillarar fyri at tryggja stabilitetin frá framløgu til lok málsins við triðju viðgerð. Í hesum málinum eru flokkarnir frammanundan destabiliseraðir, menn ganga út í ljósan dag úr ymsum smogum, tí eiga eysturoyartingmenninir, í minsta lagi, at fara eftir hesi loysnini, nú bara ein PlanB kann bjarga hesum málinum. Momentum er nú – carpe tí diem undir Tangafirði áðrenn ov seint er.

Verður málið ikki loyst nú, kunnu vit bara staðfesta, at politiska skipanin ikki er nóg búgvin til at fremja skilagóðar loysnir soleiðis, sum fólkið ætlaði tað í føroyska fólkaræðinum.

Tórbjørn Jacobsen