Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Canadiski Atlants laksurin hóttur

2021-03-19 13:34


Canadiski Atlants laksurin hóttur

Atlantiski laksastovnurin kring Labrador og Nova Scotia er undir álvarsomum hóttafalli, verður sagt frá Atlantic Salmon Federation.Árið 2019 hevði trið lægstu nøgd av gýtingarførum laksi farnu 49 árini mátingar eru gjørdar. Í ársfrágreiðingin fyri 2020, ið varð almannakunngjørd í farnu viku, eru savnað hagtøl frá laksateljingum við áarmunnar og tal av laksi, ið fingin er við tráu.

Formaður fyri Atlantic Salmon Federation, Bill Taylor, sigur frá, at teir farnu 50 árini hava havt eina 75% niðurgongd í vaksnum laksi, ið kemur aftur í Canadisku áirnar.

30 ár eftir at fiskiskapur eftur villum laksi varð steðgað, og góð 60 ár eftir at avmarkingar vóru gjørdar sambært American Clear Air Act í útlátum av sýruregni frá idnaðarfyritøkum, hevur villi laksastovnurin aldrin verið verri fyri.
Newfoundland og Labrador standa fyri 87% av øllum gýtingaførum laksi í Norður Amerika. Seks av 24 áunum eru mettar at hava góðar umstøður til laksin, men 10 áir eru sera illa fyri.

Kring St.Lawrence flógvan er stór afturgongd at síggja í New Brunswick har stóráir sum Restigouche og Miramichi hava nógv færri laksar. Ein orsøkin sigst verða økt tal at fiskinum amerikumenn nevna ”striped bass”, ið etur laksasmolt og annan fisk.

Kring Conne River, ein av bestu laksaúunum, er støðan rættuliga álvarsom tá serstaki stovnurin í hesu á, er í vanda at verða avoyddur. Sum Misel Joe frá Miawpukek First Nation sigur frá, tááin var full av laksi: “In the early days, this community used to clear out and go to the river to fish for the summer. It’s been part of our culture, our way of life, forever.”

Frá 1970´unum var havgangandi laksurin mettur til umleið 900 tusund fiskar. Metingin sigur frá at skal stovnurin verða lívfrøðiliga tryggur má hann ikki verða undir 200 tusund fiskar. Frá1990´unum er stovnurin minkaður niður i umleið 100 túsund fiskar.
Bill Taylor sigur frá, at orsøkirnar til minkandi laksastovnin skulu finnast í nógva kópinum, ”striped Bass” fiskinum, veðurlags- og hitabroytingum í sjógvi og í áunum, áhandandi niðurgongd í lívfrøðiliga margfeldni, og aling av laksi í opnum nótum.

Kári Thomsen

https://www.thetelegram.com/news/salmon-population-continues-to-decline-466455/?fbclid=IwAR14BeQzrK9MwOmuIjKVzYdTzXSnegMvlyN_h3JDUVrYD5gIuo-eNTgM8po