Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Jógvan Arge

Býráðið spekulerar við kommunalari jørð

2014-12-23 22:08

Jógvan Arge, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi

Síggi, at bæði Annfinn Brekkstein og Tróndur Sigurðsson fílast á, at Tjóðveldi í býráðnum hevur hildið ímóti, at kommunan selur ein minni part av jørð síni undir Kongavarða uttan at virða møguleikan hjá teimum borgarum, sum standa á kommunala bíðilistanum.

Hetta er framvegis at loypa bukk um tær reglur og siðvenjur, sum enn eru galdandi í kommununi, tá bygt verður á jørð, sum kommunan hevur útvegað. Reglurnar hava eitt nú til endamáls at tryggja vanligum fólki at sleppa upp í part fyri so rímiligan kostnað, sum til ber.

Tí hevur ein fortreyt verið, at kommunan letur rájørðina fyri tað sama, sum hon keypir hana fyri. Nú verður hálsað um og kommunala jørðin verður seld byggifeløgum fyri hægstbjóðandi. Tá bygt er, kunnu byggifeløgini selja borgarum bústaðirnar í fríari sølu – t.e. aftur fyri hægstbjóðandi.

Hetta er ikki í familju við ta mannagongd, sum hevur verið vanlig. Her er Tórshavnar kommuna farin at spekulera við síni egnu jørð, so rokið stendur frá.

Ætlar at bjóða byggifeløgum tann aktuella partin av jørðini fyri hægstbjóðandi. Í útbjóðingini hugsar kommunan sær sjálvum minst 300.000 krónur fyri hvørt stykki sambært málslýsingini. Jørðin undir teimum 32 raðhúsunum, sum skal bjóðast út, fer sostatt at geva Tórshavnar kommunu meir enn 9 milliónir krónur.

Kommunan hevur keypt allar 90.000 fermetrarnar, sum vóru ætlaðir til 200 búeindir aftrat undir Kongavarða, fyri 14,5 mió kr. Jørðin undir teimum 32 raðhúsinum er bert ein lítil partur av hesum, og umboðar kanska eina útreiðslu upp á eina til 2 mío kr. Tí liggur her ein vinningur til kommununa upp á minst 7 mió krónur - sum húsakeyparin, hvør hann so verður, skal rinda upp á tann eina dag.

Við allari respekt fyri formanninum í byggi- og býarskipanarnevndini líkist hetta ikki javnaðarpolitikki. Har plagdi grundreglan ikki vera at lata tær størstu pengamappurnar einsamallar seta dagsskránna.

At loypa bukk um bíðilistan og síðani selja fyri hægstbjóðandi við dýrkandi vinningi til kommununa er enn eitt tekin um, at hóast javnaðarflokkurin einsamallur hevur meiriluta á Vaglinum, so ráða sterk borgarlig sjónarmið innanveggja. Høgrasnaringin røkkur eftir øllum at døma eisini nógv longur inn í javnaðarflokkin, enn nakar skuldi trúð.

At kommunan eina ferð ætlar at selja grundstykkir longur uppi undir Kongavarða eftir bíðilista, broytir ikki fakta fyri núætlaðu útbjóðing. Kanska verður heldur ongin bíðilisti til ta tíð. Tendensurin í prátinum hevur ið hvussu er í seinastuni verið, at skipanin er bæði forðandi og stirvin.

PS: Var inni á torshavn.fo og leitaði eftir reglugerðini fyri umsóknir um fasta ogn. Fekk bara hetta stutta svar: File not found!